Tað er nú greitt, at ætlanin hjá landsstýrinum at víðka heimildirnar hjá løgregluni at loynilurta eftir fólki í sambandi við grov brotsverk, verður jólatrøll.
Uppskotið varð lagt fram fyrst í februar og síðani hevur Rættarnevndin hjá Løgtinginum fingið málið til viðgerar.
Nevndin hevur viðgjørt málið á nøkrum fundum og vanliga fær ein nevnd í mesta lagi ein mánað at viðgera eitt mál.
Men nú ger Rættarnevndi vart við, at hon fær ikki avgreitt málið fyribils.
Sostatt hevur nevndin fingið heimild frá løgtingsformanninum at útseta viðgerðina til 19. februar.
Ein orsøk er, at nevndin hevur ikki havt umstøður at boðsenda teimum fólkum til hoyringar í nevndini, sum hon hevur brúk fyri.
Men ein orsøk er eisini, at Johan Dahl hevur boðað frá at hann er á veg í Løgtingið við einum uppskoti um hvønn tekniskan útbúnað, almenni myndugleikin skal krevja, at telefyritøkurnar útvega sær.
Rættarnevndin heldur, at tað hevur stóran týdning at fáa samanhang ímillum hesar báðar viðgerðirnar og at viðgera tey ísenn.
|