Ongin Lionel Messi í dag

Barcelona má klára seg uttan Lionel Messi og Neymar í HM fyri lið

FC Barcelona er í hesum døgum í Japan, har teir luttaka í HM fyri lið. Í dag klokkan 10.30 spæla teir móti Guangzhou Evergrande úr Kina í hálvfinaluni. Tað verður tó uttan Lionel Messi.

 

Barcelona hevur boðað frá, at Lionel Messi ikki er tøkur, tí hann hevur trupulleikar við nýrunum. Tað er óvist um bóltsnillingurin verður tøkur til eina møguliga finalu, har argentinska River Plate bíðar. Barcelona er helst eisini uttan Neymar, sum ikki er heilt klárur eftir minni skaða.

 

Kinesiska Guangzhou Evergrande telur kendar spælarar sum Robinho og Paulinho, og venjari er fyrrverandi brasilski landsliðsvenjarin, Luiz Felipe Scolari.