Ongin leiðari til liðugt eldrasambýlið

Fyri jól varð nýggja eldrasambýlið í Klaksvík klárt til at taka í nýtslu. Men av tí at ongin leiðari er settur enn, so standa tey 16 búplássini í sambýlinum framvegis tóm. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri sigur, at bíðað verður eftir Almannamálaráðnum

Klaksvík:
Eldrasambýlið undir Kráargøtu var liðugt áðrenn jól, men leiðarastarvið er ikki sett enn. Og tí kunnu búfólk ikki verða upptikin sum er.
- Tað er Almannamálaráðið, sum hevur ábyrgdina av at seta leiðaran, og vit bíða bara eftir teimum, sigur borgarstjórin, sum nú er farin at ótolnast.
Borgarstjórin sigur, at tað kann ikki vera meiningin, at eitt spildurnýtt eldrasambýli stendur púra klárt, men verður ikki nýtt, tí ongi starvsfólk eru. Leiðarastarvið er, so vítt sum borgarstjórin í Klaksvík veit at siga, heldur ikki lýst leyst enn, so hann væntar, at tað fer at ganga rúm tíð, áðrenn sambýlið verður tikið í nýtslu. Og tað kann tykjast løgið, serliga við akuttu støðuni á eldrarøktini í huga.
Steinbjørn Jacobsen greiðir frá, at kommununan fekk at vita, at ongir pengar vóru til starvsetanina í fjør, men í 2003 skuldi tað nokk fara at verða.
Nú eftirlýsir hann starvslýsingini, sum ikki hevur verið at sæð enn. Steinbjørn heldur eisini, at fyri tað um ongir pengar vóru til at seta ein leiðara, so kundi Almannamálaráðið havt søkt eftir leiðaranum í 2002, men ikki at byrja fyrr enn 1. januar 2003.
- So var alt tilreiðar við ársbyrjan. Men soleiðis sum støðan er nú, so kann ein ganga út frá, at tað fer at ganga ein tíð afturat áðrenn nakað fólk fær gleði av sambýlinum, tí fyrst má leiðarin verða settur og síðani skal viðkomandi seta starvsfólk og búfólk, og alt tílíkt tekur tíð, tað vita vit, sigur Steinbjørn, sum er sera harmur um, at kommunan ikki fær gjørt nakað.
- Vit noyðast at bíða eftir Almannamálaráðnum og fáa tí onki gjørt, sigur borgarstjórin at enda.
Sambýlið undir Kráargøtu hevur 16 búpláss. Tíggju fastbúgvandi og seks til umlættingar.

Starvsflokking
Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóri í Almannamálaráðnum, sigur, at orsøkin til, at starvið sum leiðari ikki er lýst leyst enn, er, at hetta er eitt nýtt starv, og tá eru ávísir framferðarhættir, sum skulu fylgjast.
Hann greiðir frá, at ein flokking av starvinum skal verða tøk frá lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, áðrenn starvið kann lýsast leyst og setast. Og tað seinasta, sum Eyðun Mohr Hansen hevur frætt, er, at týsdagin kom henda flokking av starvinum so í hendurnar á Almannamálaráðnum. So nú hava tey fingið grønt ljós til at søkja.
Men Eyðun Mohr Hansen hevur ikki ábyrgdina av starvssetanum og øðrum, og tí kann hann ikki siga, nær starvið verður lýst. Tað er Jákup Foldbo, stjóri fyri heimarøktini/serforsorgini, sum hevur ábyrgdina av hesum økinum. Men hann sat á fundi og var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar.