Serútgjørdi bjaringarbáturin, Rescue LÍV, fer nú í dokk.
Talan er um árligt eftirlit og í hesum sambandi verður hann nú tikin upp á land í slakar tríggjar vikur.
Tað er nógv sum skal hyggjast eftir tá ein bjargingarbátur verður tikin upp. Nýggj lensipumpa verður sett í hann, so at pumpuorkan verður 47 tons um tíman. Harafturat verður Sjónet frá Føroya Tele sett í eins og nýggj AIS tøkni frá Vikmar.
Eisini verður báturin málaður og ymiskt innan verður eftirhugt.
Alt arbeiði verður gjørt sjálvboðið og ólønt av fólki, sum ger tað í síni frítíð.
Fólkið hevur sett seg á ávísar uppgávur og tær verða so gjørdar tá ið tað liggur fyri um kvøldarnar og um vikuskiftini.
Meðan báturin er uppi verður øll manningin send á skeið hjá Reyða Krossi í at brúka hjartastartar.
Hetta er liður í, at øll eru so væl fyri sum gjørligt í sambandi við bjarging.
Sekstan mans eru knýttir at Lív og teir ganga í føstum vaktum og harumframt eru eini 35 mans tøkir at heita á.
LÍV er tøkur aftur til bjarging sunnudagin 5. februar klokkan 18.










