Ongin løtt uppgáva í morgin

Fyrsti dystur endaði við 47-24 tapi í Serbia, so mótstøðan er almikil

 

Føroyar spældu sín fyrsta av fýra dystum, mikukvøldið, í Serbia, og tá var talan um satt sorl, tá Føroyar taptu við 23 málum, 47-24, eftir hálvleikstøðuna 25-11.

Í morgin kl 13 skulu Føroyar so aftur í eldin, hesaferð á heimavølli móti serbunum, og venjarin Dia Midlord metir at allar fortreytir eru til staðar fyri at Føroyar kunnu fáa eitt væl betur úrslit, enn tað í Serbia var.

 

Annars eru hinir dystirnar hjá Føroyum fylgjandi:

 

5. januar: Føroyar-Serbia (á Hálsi) kl 13:00

9. januar: Føroyar-Ísrael (á Hálsi) kl 19:00

12. januar:Ísrael-Føroyar