Ongin løtt uppgáva

Serbia, ið er styrkismett sum nummar 20 á styrkislistanum hjá European Handball Federation (EHF) vant burtur úr Føroyum í Smederevo, og nú er so spurningurin, um vit megna betur úrslit á heimavølli

Føroyska landsliðið visti ikki nakað serligt um Serbarnar, áðrenn dystin í Smederevo, men tað vita okkara nú. Sum væntað vóru serbar størri og sterkari enn okkara menn, hóast talan er um eitt ungt og í altjóða høpi óroynt lið. Í morgin koma so serbar á vitjan í Føroyum, og dysturin verður spældur í Høllini á Hálsi. Hetta verður higartil besta liðið, ið vitjar í Føroyum.


Lykilin til framstig

Bestu føroysku málskjúttarnar í dystinum mikukvøldið vóru Dánjal Tórgarð við 6 málum og Sveinur Justinussen við 4 málum. So venjarin, Dia Midjord man ivaleyst vóna at hesir, umframt nakrir aðrir eisini, fara at vísa meira. Nú hava okkara størri vitan um mótstøðuliðið og hava nú eisini heimadystarfyrimun. – Eg eri ikki í iva um at okkara menn fara at standast væl betur í morgin, enn mikukvøldið. Vit eru betri fyrireikaðir, og eru vit 100% klárir hesaferð, fáa vit væl betur úrslit, sigur landsliðsvenjarin, Dia Midjord, á veg heim í gjárkvøldið.


Íslendingar døma

Til dystin í Føroyum koma íslendingar at døma, og EHF eygleiðarin kemur úr Bretlandi. Íslendingar hava nógvar altjóða royndir og landslið teirra er eisini sera sterkt. Sama kann ikki sigast um Bretland, ið okkara sorlaðu í Challenge Trophy kappingini í Luxemburg herfyri.


Heimsmeistaraheitið í (innandura) hondbólti fyri menn verður fyriskipað av IHF (International Handball Federation), og verður hildið við jøvnum tíðarbilum síðani 1938. I byrjanini vórðu bæði kappingar í innandura hondbólti og markhondbólti, men síðan endan av 1960-unum eru tað bert hildin innandura meistaraheits kappingar. Síðan 1993 er HM hildið annað hvørt ár.

Í tíðini 1976-1992 vórðu eisini hildin B-HM fyri tey næstbestu liðini og C-HM fyri tey triðbestu liðini.


Europa hevur havt munin

Tey europeisku liðini hava vanliga dominerað HM-hondbólt. Innan fyri tey seinastu 20 árini eru serliga tey nordurafrikansku liðini tó komin væl við godt, men enn hava ongi lið uttanfyri Europa vunnið heiðursmerki í HM. Tær bestu plaseringarnar hava Egiptaland (nr. 4 í 2001) og Tunis (nr. 4 í 2005).

Fram til 2005 hevdi Svøríki, sum tann einasta tjóðin luttikið í øllum endaspølunum, men tað metið varð slettað í 2007, í og við at liðið ikki megnaði at kvalifisera seg til HM í Týsklandi í 2007. Tær mest vinnandi tjóðirnar við 4 sigrum hvør, eru Svøríki (1954, 1958, 1990 og 1999) og Rumenia (1961, 1964, 1970 og 1974).

Danmark var við til at seta dám á heimstoppin fram til miðjuna av 1980-unum, í og við at liðið hevðið luttikið í øllum innandurakappingum fram til tá, við vánaligasta úrsliti sum nummar átta. Síðan tá hevur besta úrslitið verið trý 9. pláss (í 1993, 1999 og 2003) fram til 2007, har liðið vann bronsu heiðursmerki.