Ongin lønarhækking til fólk í almennum starvi

? Skulu vit ganga kravinum frá Starvsmannafelagnum á møti, kunnu vit akkurát tað sama lata Føroyar aftur og stongja hurðina . ? Men eg ivist ikki í, at vit finna eina loysn, sum øll eru nøgd við, uttan at lønirnar hækka, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri

? Vit hava ikki ráð til at hækka lønina hjá teimum alment løntu enn.

Í sambandi við lønarkrøvini skal Starvsmannafelagið ikki vænta sær nakra serliga vælvild frá Karsten Hansen, nú samráðingarnar verða í næstum um nýggjan sáttmála.

Og tað verður helst langt frá eisini.

Tí nú sigur Karsten Hansen í eini viðmerking við Sosialin, at hesuferð ætlar hann ikki, at limirnir í Starvsmannafelagnum skulu fáa lønarhækking yvirhøvur.

Tað eru annars ikki eiti á lønarkrøv, sum Starvsmannafelagið hevur sett fram ímóti Landsstýrinum, nú samráðingar verða um nýggjan sáttmála í næstum.

M.a. hevur Starvsmannafelagið kravt eina lønarhækking uppá heili 60%, umframt 35 tíma arbeiðsviku, umframt seks viku summarfrí, og harafturat umsorgardagar, fyri at nevna nøkur av krøvunum.

Hinvegin er mótkravið frá Landsstýrinum, at lønin skal ikki hækka.

Veruleikafjart

Karsten Hansen heldur ikki, at krøvini hjá Starvsmannafelagnum eru serliga realistisk.

? Annars er tað ikki mín uppgáva sum so at halda nakað ávíst um lønarkrøvini.

?Starvsmannafelagið hevur sett krøvini fram og so verður tað viðgjørt. Men tað er greitt, at tað verður ómetaliga trupult at ganga teimum á møti, eisini fyri ein lítlan part.

? Og tað vænti eg eisini, at tey fara at skilja.

Karsten Hansen sigur, at skulu limirnir í Starvsmannafelagnum hava meiri í løn, slepst ikki undan, at øll onnur eisini fara at krevja meiri í løn.

Tað er heldur onki at ivast í, at eisini fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum fara at leggja eitt slíkt trýst á lønarlagið, at tað fer at beina fyri øllum okkara kappingarføri.

Fíggjarmálaráðharrin sigur, at verða øll krøvini hjá Starvsmannafelagnum løgd saman, er talan um eina lønarhækking upp á yvir 100%.

? Í løtuni betala vit stívliga 1,4 milliard í almennum lønum. Skulu krøvini hjá Starvsmannafelagnum gangast á møti, koma almennu lønirnar at hækka uppí meiri enn 2,8 milliardir.

? So kunnu vit akkurát tað sama lata Føroyar aftur og stongja Føroyar.

? Tí so verða ikki meiri enn einar 200 milliónir eftir at býta út til øll onnur endamál, pensjónir, heilsuverk, strandferðslu, viðlíkahald og alt annað.

Mugu halda tørn

Karsten Hansen heldur ikki, at tað er rúmd fyri lønarhækkingum nú.

? Vit eru í ferð við at fáa tamarhald á búskapin. Og tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit fáa lagt okkum nøkur oyru á kistubotnin at standa ímóti við. Tí øll eru væl greið yvir, at tann fiskaprísur, sum er nú, fer ikki at halda sær.

? Og fyribils hava vit ikki fleiri bein at standa á, enn fiskivinnuna.

? Møguliga fáa vit fleiri bein at standa á einaferð. ? Men inntil tað hendir, mugu vit taka støðu útfrá tí veruleika, sum er. Og tí noyðast vit at vera ómetaliga varin.

? Samstundis arbeiða vit av kraft uppá at royna at rationalisera og at gera almennu umsitingina bíligari.

? Og tað er alt umráðandi, at vit fáa alt hetta í rættlag, og fáa gjørt okkum greitt, hvussu hetta samfelagið skal rekast, áðrenn vit fara at býta út til høgru og vinstru.

Annars er Karsten Hansen ikki samdur í, at keypikraftin hjá limunum í Starvsmannafelagnum er so vánalig, sum tey vilja gera tað til.

? Síggja vit, hvussu fólk liva, haldi eg ikki, at tað er heilt við síðuna av, sigur hann.

? Og eg haldi, at tað eru eisini onnur mál í samfelagnum, sum hava týdning at fáa í rættlag, og sum mugu raðfestast minst líka frammaliga sum hetta. T.d. arbeiða vit fyri at menna pensjónirnar.

Men starvsmannafelagið hevur eisini onnur krøv, umframt lønina. Hvat við teimum, t.d. 35 tíma arbeiðsviku, umsorgardagar og seks viku sumarfrí?

? Nú samráðast vit, so fáa vit at síggja.

Men tað er greitt, at verður summarfrítíðin longd, og arbeiðsvikan stytt, er tað eisini eitt slag av lønarhækking. Í hvussu so er, fer tað at økja almennu útreiðslurnar munandi.

? Tí vit vita, at tað almenna arbeiðið, sum skal gerast, krevur eina ávísa arbeiðsorku.

? So skulu tey, sum eru í almennum starvi nú, hava stytri arbeiðstíð, skulu fleiri fólk til.

? Og tað kostar.

Finna eina loysn

Men er tað ikki rímiligt, at limirnir í Starvsmannafelagnum fáa tað aftur, sum tey hava mist av teimum krepputiltøkum, sum vórðu set í verk. m.a. lønarniðurskurðin?

?Alt er ikki so svart og hvítt. Tá ið kreppan leikaði á, mátti okkurt gerast. Og limirnir í Starvsmannafelagnum gingu sjálvbodnir við til at fara niður í løn í samráð við Landsstýrið. ? Hin møguleikin var, at nógv fólk varð sagt upp.

? Tí fóru øll niður í løn fyri at varðveita sum flest fólk í starvi. Og hetta var eisini tann betra loysnin, tí harvið varðveittu so nógv fólk sum gjørligt arbeiðið.

Annars ivast Karsten Hansen ikki í, at tað fer at bera til at samráðast seg fram til eina virðiliga avtalu við Starvsmannafelagið, sum báðir partar vera nøgdir við, og at fer at bera til at finna ymsar mátar at bøta um sáttmálan uppá, uttan lønarhækking, tí vit halda, at tað tænir øllum pørtum best í longdini.

Í hesum liggur, at Landsstýrið hevur onnur tilboð til Starvsmannafelagið í skjáttuni, sum bøtir sáttmálan aðrar vegir enn við eini lønarhækking.

Men Karsten Hansen vil ikki nevna tey áðrenn samráðingarnar verða.