Ongin kvinna søkti

Ein avtala, sum Mentamálaráðið gjørdi við skúlarnar sum flyta á Glasir, sigur, at øll starvsfólkini skuldu fylgja við. Tí vóru størvini lýst leys innanhýsis

At søkt bert var eftir leiðarum, sum frammanundan arbeiddu í skúlunum, sum gerast Glasir, hongur saman við einari avtalu, sum Mentamálaráðið gjørdi við stýrir og nevnd á Tekniska skúla, Handilsskúlanum og Studentaskúlanum í Hoydølum.

 

Fyri at hetta kann henda, so er eisini neyðugt at taka nýggju leiðararnar millum teirra, sum longu starvast á skúlunum. Tí var bert søkt innanhýsis eftir leiðarum.

 

-Tíverri var tað so, at ongin kvinna søkti, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi.

 

-Hetta hevur só sjálvandi við sær, at heldur ongin kvinna var sett í starv. Tíbetur kann eg siga, at kynsbýtið í setanarnevndini javnvigaði nøkulunda, leggur hann afturat.

 

Stjórin á Hanildsskúlanum, Helena Dam á Neystabø, er í farloyvi og valdi ikki at søkja nakað leiðarastarv. Heldur ikki Egon Øregaard, stjóri á Tekniska skúla søkti nakað av leiðarastørvunum.

 

Bogi Bech Jensen sigur, at hevði alment verið søkt eftir leiðarum, so høvdu helst onnur søkt, men var tað gjørt, so hevði skúlin ikki kunna hildið avtaluna um, at øll starvsfólkini fylgja við inn í nýggja skúlan.