Ongin kommunulækni í Suðuroy um fýra ella fimm ár

Støðan viðvíkjandi kommunulæknum í Suðuroy, hevur verið góð, men taðer sum eitt korthús, sigur Karl Johan Fossá, kommunulækni á Tvøroyri

Læknaneyð

Hendir onki sum munar, er lætt at síggja fyri sær, at um fýra ella fimm ár er ongin kommunulækni eftir í Suðuroynni.
Eins og Knud Steinø gjørdi tað í aðrari grein her í blaðnum, greiddi Karl Johan Fossá Løgtinginum frá støðuni viðvíkjandi kommunulæknunum í Suðuroynni.
Umstøðurnar hjá læknunum vóru góðar, tí teir høvdu nýggj høli, telduútbúnað og annað, sum kravdist.
?Tað hava verið fýra kommunulæknar, tveir á Tvøroyri og tveir í Vági og tað hevur gingið væl, segði Karl Johan Fossá.
Men nú er tann eini læknin í Vági farin og hin er í feriu. Annar læknin á Tvøroyri fær ikki gingi vakt í løtuni, so nú í fleiri dagar er Karl Johan Fossá einsamallur á vakt.
Hann hevur skilt, at læknin, sum er eftir í Vági, ikki er hugað at halda fram, verða umstøðurnar ikki nóg góðar at arbeiða undir og tað stendur ikki á at fáa arbeiði aðrastaðni.
Báðir kommunulæknarnir á Tvøroyri eru farnir um tey seksti. Tað er ikki óvanligt, at læknar fara frá við eftirløn 60 ára gamlir so tað kann vera so ógvuliga skjótt, at ongin kommunulækni er eftir í Suðuroy.
?So hóast støðan er góð, tá ið fýra læknar eru, er tað sum eitt korthús, tí tað skal ómetaliga lítið til at alt húsið rapar.
Tað hevur til tíðir gingið strilti at manna størvini í Vági-í hvussu so er tað eina og tað er trupult at fáa kommunulæknar hendavegin.
Fer fyrst ein lækni, er tað skjótt at ein annar ikki vil vera longri, tí so verða. umstøðurnar ov vánaligar og sum tað sær út í løtuni, verður tað skjótt, at ongin kommunulækni verður í Suðuroynni um, verða tiltøk ikki sett í verk, sum gera tað meiri lokkandi at koma út á bygd.
Hann vísti á, at tey, sum eru flutt aftur til Føroya, eftir tað stóru fráflytingina, eru ikki flutt út á bygd, men til Havnar.
? Skulu vit eisini framyvir hava kommunulæknar í Suðuroynni, verður neyðugt at seta tiltøk í verk, sum gera tað meiri lokkandi at búgva á bygd, segði Karl Johan Fossá, við løgtinslimir.