Ongin ókeypis koyring

Samgongan ætlar ikki at ganga í fótasporunum á Tórshavnar Býráði

Ongin ókeypis koyring


Samgongan hevur fyribils ongar ætlanir um at ganga í fótasporunum Tórshavnar Býráð og at gera tað ókeypis at koyra við Bygdaleiðum.

Tað sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í løgmálum.

Tað var Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, sum í Løgtinginum í gjár staðfesti, at Tórshavnar Býráð hevur ásannað, hvussu stóran týdning, almenna ferðslan hevur og tí er tað nú blivið ókeypis at koyra við Bussleiðini í Havn, samstundis sum at hon hevur økt um koyringina og er farin at koyra tríggjar ferðir um tíman.

Hetta er eisini ein umhvørvisspurningur, helt hann.

Hann vildi tí hava at vita um nøkur ætlan er um at gera tað ókeypis at koyra við Bygdaleiðum og at økja um túratalið.

Men tað er tað ikki, staðfesti Helena Dam á Neystabø. Hon segði eisini, at tað stendur onki í samgonguskjalinum um ókeypis koyring við Bygdaleiðum og fyribils er hetta ikki ein spurningur, sum liggur í arbeiðsætlanini hjá samgonguni.

Annars skal ein nevnd setast at endurskoða fíggingina av øllum samferðslukervinum í landinum, sum tað er, við atliti at samfelagsbúskap, økismenning, umhvørvi og samhaldsfasta fígging.



-áki-