Ongin ókeypis busskoyring á Nesi

Á Nesi í Eysturoy hevur spurningurin verið frammi við jøvnum millumbilum um at skipa ókeypis busskoyring í kommununi.

Kommunan er víðfør og fevnir bæði um Saltnes, Toftir og Nes.

Á síðsta bygdaráðsfundi var spurningurin aftur til umrøðu eftir at ein borgari í kommununi hevur heitt á kommunustýrið um at fáa ókeypis busskoyring í lag.

Kostnaðurin er leysliga mettur at vera 1 - 1,2 millión.

Bussarnir, ið hugsað verður um at brúka, eru ein vanligur bussur og ein við skráa til rullustólar.

Men Jóahnnus Danielsen, borgarstjóri, sigur, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um ókeypis busskoyring í kommununi.

Niðurstøðan í bygdaráðnum er, at í løtuni hevur kommunan ikki fíggjarliga orku til eina slíka ætlan.