Ongin kappróður í Fuglafirði

Tað verður eingin kappróður á varmakeldustevnu í Fuglafirði ídag. Høvuðsdómarin, Trúgvi Johansen, hevur gjørt av, at veðrið er ov vánaligt at rógva kapp.

 

-Veðrið er øtlað nógv síðani í morgun. Tá var hann vestan í ættini, men síðani hevur hann skift og melur á ymsar kjálkar, og í glaðunum er vindmegin størri, enn hon var fyrrapartin. Vit hava roynt at gera klárt á 500 metrum til barnaróðurin, men har høvdu vit stórar trupulleikar við startinum, og nú hava vit tikið avgerð um at útseta soleiðis, sum ásetingarnar geva okkum heimild til, sigur Jan Herman Hermansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya.

 

Flestu kappróðrarbátarnir eru komnir til Fuglafirðar, og nú verða teir fingnir undir tak. Í Fuglafirði eru fleiri stórar og rúmligar hallir, og tær fara at hýsa kappróðrarbátunum, inntil róðurin verður klokkan 15 í morgin.

Róðrarfólkini eru nú bjóðað at fáa sær at eta, og formaðurin í róðrarsambandinum sigur, at fuglfirðingar eru blíðir og hava lovað at hýsa teimum, sum tað ikki ber til at fara til hús hjá ídag.