Handil vil skipum og loyvum
- Spekulasjónin við almennum fiskiloyvum er nú so grov og ógvuslig, at vit kunnu tosa um beinleiðis russiskar tilstandir. Almenn loyvir, sum reiðarí hava fingið fyri onki, verða seld privatum fyri upp til fjórðings milliard krónur og enda bert í privatum lummum og nú kann ongin venda hesum bakið longur, sigur hann.
Eisini Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins, vil nú hava umsitingin hjá Fiskimálaráðnum verður løgd undir sjóneykuna.
Í opnum brævi til løgmann aðastaðni í blaðnum í dag, sigur formaðurin í støsta andstøðuflokkinum, at umsitingin av lóggávuni hevur máað endamálið burtur um, at fiskurin er ogn Føroya fólks, og at fiski- og veiðiloyvir eru almenn brúksloyvi, sum bert eru til láns.
Men hann heldur ikki, at tað kann góðtakast, at landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, bara kastar ábyrgdina frá sær, og sigur, at onki kann gerast fyri at støðga gongdini.
Hann vísir eisini á, at bæði Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Miðflokkurin og partvís Sambandsflokkurin, hava í langa tíð sagt seg vilja støðga spekulatiónini í og fáa eina skipan, ið tryggjar, at tað almenna fær inntøkurnar av fiskirættindum, so heldur støðan fram og versnar.
- Tí mugu vit staðfesta, at ein lítil minniluti í tinginum blokerar fyri neyðugu broytingum til gagns fyri tey fáu.
Høgni Hoydal heitir tí á Løgmann um at boða øllum floksformonnum til fundar sum skjótast at viðgera støðuna og at semjast um, hvussu vit beinanvegin støðga spekulasjónini og seta eina skipan í verk, sum er í samsvari við tey endamál, ið vit hava sagt okkum standa fyri.
Les annars viðmerkingina í fullum líki aðstaðni í blaðnum.









