Tórbjørn Jacobsen, framsøgumaður Tjóðveldisfloksins, heldur, at gongdin í málinum við Bjarna Djurholm og Dagmar S. Joensen hevur verið margháttlig.
- Nú fer Løgmansskrivstovan so at gera eina kanning av sær sjálvari, tí í brævi sínum til løgmann nevnir Dagmar løgmansstjóran, har ið løgmansstjórin hevur verið í politiskum ørindum og ringt til nevndina í Framtaksgrunninum, um hvat í landsstýrismaðurin í vinnumálum kundi ganga við til av politiskum orðingum í samband við søluna av fiskavirking. Tað vil siga, at fulltrúðar undir løgmanni, vinnumálaráðharranum og løgmansstjóranum fara at kanna tey trý, og eg rokni ikki við, at tað ikki verður ein einasti føroyingur, sum fer at trúgva tí niðurstøðuni, sum stendur í eini kanning av fultrúðum undir teimum trimum, sigur Tórbjørn Jacobsen, framsøgumaður Tjóveldisfloksins. Tórbjørn Jacobsen setir eisini spurnartekin við niðurstøðuna í málinum, tí hvør skal rokna við at tey fólkini fara at ganga ímóti løgmanni, vinnumálaráðharranum og løgmansskrivstovuni, spyr Tórbjørn Jacobsen.
- Ongin í einum siviliseraðum landi kann sita og kanna seg sjálvan, staðfestir Tórbjørn Jacobsen.
Líka nógv politikkur sum jura
Tórbjørn Jacobsen gevur heldur ikki nógv fyri, at Maiken Johansen er sett á kanningina sum uttanhýsis løgfrøðingur, sum skal meta um tilfarið í kanningini, tí sambært honum verður tað bara gjørt, fyri at onkursvegna legalisera kanningina.
- Nú royna tey so at gera trupulleikan so juridiskan, men eftir mínum tykki er trupulleikin minst líka nógv ein politiskur trupulleiki, sigur framsøgumaður Tjóðveldisfloksins.
Minnir um Titanic
Spurdur um, hvat hann heldur um trúvirðið hjá løgmanni í øllum hesum, er Tórbjørn Jacobsen ikki lítið bersøgin. - Trúvirðið hjá løgmanni bara søkkur fyri hvønn. Hetta minnir um Titanic, har tíðindatænastur, spindoktorar í Bjørt Samuelsen eru orkestrið, sum blívur við at spæla meðan Titanic søkkur. Men spurningurin er bara, hvussu longi teir klára at spæla, áðrenn Titanic er sokkin, heldur Tórbjørn Jacobsen.
Spurdur um teir fara at leggja málið um løgmann inn fyri landsstýrismálanevdina, svarar Tórbjørn Jacobsen, at løgmaður hevur rætt í, at málið snýr seg um tvey ting - tað politiska og juridiska. - Men í politisku skipanini er tað bara eitt sum er nøktandi í førum sum hesum, og tað er at ein kanningarstjóri verður settur. Hetta sum hendir nú, er politiski mátin at arbeiða uppá, har løgmaður keypir sær tíð í málinum, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum samstundis spyr, hvat teir kunnu gera. - Vit sita í anstøðu og tingið kemur ikki saman á Ólavsøku, so hvat hendir til ta tíð fáa vit at síggja, er seinasta viðmerkingin frá Tórbjørn Jacobsen, framsøgumanni í Tjóðveldisflokkinum.