- Ongin jólasangur sleppur við, bara kontrisangir.
Tað sigur Kristina Bærendsen, sum hevur gjørt sín egna kontrikalendara í ár, har hon hvønn dag fram til jólaaftan leggur eitt video út á Instagram og Facebook, har hon spælir okkurt lag.
1. desember sat hon við gitaranum í føvninginum, beinunum á borðinum og sang The Last Thing to Go hjá Kris Kristofferson, meðan hon 2. desember sat frammanfyri vindeyganum og spældi eitt brot úr 500 miles hjá Bobby Bare.
Hon fekk hugskotið til kalendaran, tá hon fekk sær Instagram fyri nøkrum vikum síðan.
- Fyri tveimum vikum síðan fekk eg mær Instagram. Eg eri slett ikki von við, at leggja myndir ella video út, men eg siti næstan hvønn dag og spæli gamlan kontritónleik fyri meg sjálva, so eg helt, at tað kanska var eitt gott trekk at leggja ein minutt long brot út av tí á Instagram. So passaði tað so væl, at tað var desember og eg sjálv ynskti mær ein kontrikalendara, sigur Kristina Bærendsen.
Á konsertum hjá Kristinu Bærendsen er ikki óvanligt, at hon framførir løg saman við øðrum sangarum. Spurd, um fjepparar kunnu vænta ein gestasangara, svarar hon skjótt.
- Vit halda framhaldið av kontrikalendaranum loyniligt.










