Lívfrøðingurin Sjúrður Hammer hevur áður víst á í bloggi, at Sandoyggin við ríku og serstøku náttúru síni er størsta rottufría oyggin í Føroyum, men at hetta fer heilt víst at broytast, tá tunnil er til Sandoynna.
Rík náttúra við nógvum sjófulgli rænd frá framtíðar sandoyingum
Eftir blogginnleggið var stutt orðaskifti í løgtinginum, har Jónleif Johannesen legði fram, at komandi rottukunngerð fer at umfata undirsjóartunnlar, og at hon harvið eisini fer at verja Sandoynna.
- Hetta er ikki ein trupulleiki, sum kann loysast við, at tunnilsfelagið keypir nakrar fellur og rottueitur. Vit mugu arbeiða útfrá forútsetninginum, at rotta kemur í Sandoynna, og tá ræður um, at hon verður uppdagað so tíðliga, sum gjørligt, og at tá hon verður uppdagað, verður ein verulig tilbúgving sett í verk, sigur Sjúrður Hammer í bloggi sínum, og leggur afturat, at hann ikki er heilt samdur við Jónleifi ella Landsstýriskvinnuni um, at komandi rottukunngerð fer at byrgja upp fyri, at rotta kemur í Sandoynna.
- Tað er ongin ivi í mær um, at hon kemur, og vit eiga tí at leggja eina ætlan fyri hvat kann gerast, tá hon kemur, staðfestir hann.
Hóast hann fegnast um nýggju rottukunngerðina, so ivast hann í, um hon fer at virka eins væl í praksis, sum á pappíri. Hann leggur upp til, at vitan og kunning innan rottutýning verður ment, og at tilbúgvingar verða gjørdar fyri allar oyggjarnar.
- Har hevur Sandoyggin serligan skund, sigur hann.