Ongin IM normur á hesum sinni

Undan tveimum teimum seinastu umførunum í 1st Klaksvík International á Viðareiði, høvdu Eyðun Nolsøe og Ólavur Simonsen báðir møguleika til at ogna sær ein IM norm. Men treytin var, at bæði umførini skuldu vinnast

Viðareiði:
Undir bestu umstøðum á hotel Norð fóru seinastu umførini í talvkappingini 1st Klaksvík International av bakkastokki mikudagin.
Byrjað varð klokkan 11 mikumorgunin, og klokkan mundi líða móti hálvgum trý, áðrenn teir seinastu leikirnir í næstseinasta umfarinum vóru avgreiddir. Og longu tá varð greitt, at hvørki Ólavur ella Eyðun fóru at ogna sær ein IM norm á hesum sinni. Ólavur tapti sín dyst, meðan Eyðun telvaði javnt. Treytin fyri IM norminum var, at báðir dystirnir skuldu vinnast. Sostatt kundi staðfestast, at ongin føroyingur kundi ogna sær ein IM norm.
Í níggjunda og seinasta umfarinum tapti Eyðun Nolsøe móti Heina Olsen, meðan Ólavur Simonsen vann ímóti Ole Jakobsen. Sostatt endaði Ólavur fremst av føroyingunum á einum fimta plássi í kappingini.
Hann fegnast um úrslitið hjá sær í hesi kappingini.
- Eg eri vælnøgdur, hóast tað ikki bleiv til ein IM norm, sigur Ólavur, sum er farin 32 stig upp á ratinglistanum.
Um áttanda umfar, sum hann tapti, sigur hann, at Jørg Lauert spældi ein løgnan leik, sum Ólavur ikki hevði sæð áður. Tað kom óvæntað á Ólav, og tí megnaði hann ikki at verja upp fyri tapinum. Hann letur væl at hesi kappingini og sigur, at tað er avbera góð venjing at fáa. Ólavur sigur, at hann fer ikki við til OL vegna skúlagongd. Olympiadan fer avstað við næstan einum heilum mánaða, og tað metir hann vera ov long tíð.
Vinnari av kappingini gjørdist danin Kim Pilgaard. Hann helt, at hann hevði verið sera heppin at vinna, og var sjálvandi sera fegin um tað. Hann lat avbera væl at umstøðunum á Viðareiði og segði avgjørdur, at hann ætlaði sær aftur til Føroya eina aðru ferð.
Nummar tvey og trý gjørdust ávíkavist Jørn Sloth og Ole Jakobsen. Sostatt fóru danir avstað við øllum.
Spenningurin var avgjørt til staðar á hotellinum ta seinastu løtuna, meðan teir seinastu leikirnir vórðu telvaðir. Og so hvørt sum teir vóru lidnir, settust telvararnir at eftirmeta talvini í felag fyri at finna ymiskar feilir. Hetta avspeglaði ein sermerktan seriøsitet.

Talv og fótbóltur
Men telvarar hugsa ikki bert um talv. Tað bleiv staðfest á Viðareið mikukvøldið. Klokkan hálvgum átta sessaðust allir føroysku telvararnir og onnur, sum vóru til staðar framman fyri sjónvarpinum at hyggja eftir landsdystinum millum Týskland og Føroyar.
Og tað var sera stuttligt at síggja hesar menn, sum stutt frammanundan høvdu sitið djúpt konsentreraðir og telvað fyri lívinum, sita og rópa og hveppa seg við hvørja ferð týskarar komu inn í tann føroyska brotsteigin.
Tað er nakað heilt serligt at traðka inn í eitt høli, har telvarar sita. Har er so kvirt, at tann so vælkenda knappanálin hevði givið eitt buldur frá sær, um hon datt á gólvið. Men ein merkir eisini konsentratiónina hjá telvarunum. Tað tykist, sum teir sita í sínu egnu verð og sansa ikki nakað rundan um seg. Talv er heilafimleikur burturav, tað er púra vist. Og hóast kropsliga møðin ikki er so nógv eftir eitt talv, so eru telvararnir óivað minst líka troyttir, sum til dømis teir føroysku landsliðsleikararnir, sum runnu á vøllinum í Hannover í 90 minuttir mikukvøldið.
Men føroysku telvararnir fingu ikki høvi til at síggja allan dystin, tí døgurði var á hotellinum. Undir døgurðanum vórðu virðislønir handaðir til teir tríggjar sum myndaðu toppin á kappingini. Sjálvur løgmaður, Anfinn Kallsberg, handaði virðislønirnar. Hetta var nakað, sum týðuliga imponeraði útlendsku telvararnar.


Hørð telving
Rani Nolsøe, formaður í Talvsamband Føroya, sigur, at hetta hevur verið ein góð og spennandi kapping við harðari kamptelving. Men um hann skal taka samanum, so má staðfestast, at útlendingarnir fóru avstað við toppinum.
- Hetta hevur verið ein góð kapping, og ein góður máti at hita upp til Olympiaduna, sum verður um stutta tíð, sigur Rani.
Allir telvararnir, sum vóru við í hesi kappingini skulu við til OL uttan Ólavur Simonsen. Í hansara stað er Martin Poulsen komin. Haraftur at verður John Rødgaard eisini við til OL.
Rani heldur, at hóast tað ikki eydnaðist føroyingunum at vinna nakran IM norm, so bleiv spenningurin í kappingini varðveittur til tað seinasta.
- Ólavur og Eyðun megnaðu at halda spenninginum í kappingini, tí teir høvdu ein góðan dag týsdagin. At tað so ikki eydnaðist so væl í dag, er bert at harmast um, sigur hann.
Hann greiðir frá, at henda kappingin varð løgd so tætt við OL við vilja, tí reglarnir viðvíkjandi tíðini eru broyttir í OL, og somu reglar vórðu nýttir til hesa kappingina. Uttan at koma ov langt inn í frágreiðingina um nýggju reglarnar, sigur Rani, at tað serliga er tíðin, sum er broytt.
- Basistíðin er broytt, tað vil siga, at nú hava telvararnir til dømis 90 minuttir til 30 leikir. Og ein telvari kann nú sostatt vinna upp á tíð, um tað skal verða. Hetta gevur talvinum ein heilt øðrvísi spenning, heldur formaðurin í Talvsambandinum og leggur dent á, at henda kappingin tí hevur verið gull verd fyri føroysku telvararnar, sum fingu høvi til at venja seg við at telva undir nýggju reglunum.
Føroysku telvararnir, sum fara til OL eru: John Arne Nilssen, John Rødgaard, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen.
At enda sigur Rani Nolsøe, at um stuðulin og undirtøkan fyri eini tílíkari kapping aftur verða líka góðir, sum til hesa, so er onki at ivast í, at hon kann fara at verða aftur.