Øll tiltøkini, sum eru í Føroyum um summarið eru kostnaðarmikil, og tað kostar nógv hjá eini barnafamilju at luttaka í stevnum og festivalum. Fyriskipararnir av Sjómannadegnum halda, at hesin dagurin er eitt alternativ til tað, og tí er undirtøkan so góð - bæði við stuðlum og luttakarum.
Eisini er tað umráðandi, at Klaksvíkin stendur saman um tiltakið, sum er rúsfrítt og familjuvinaligt. Rúsdrekka hevur ongantíð verið fokus á degnum, og tað er møguliga eisini tí, at fleiri stuðlar velja at stuðla degnum, greiðir Oliver Joensen, ein av fyriskiparunum frá.
- Eg helt, at tað var ótrúligt, at man kann gera eitt so stórt ókeypis tiltak í Klaksvík, sigur Karl Birgir Isaksen, ein av fyriskiparunum, tá hann verður spurdur um, hví hann valdi at vera við til, at fáa eitt slíkt tiltak á beinini.
- Ongin hevur fingið løn á Sjómannadegnum, men onkur hevur onkuntíð fingið samsýning fyri at hava brúkt nógva tíð uppá tiltakið. Ítróttarfeløgini í Klaksvík hava eisini bakkað tiltakinum upp fyri samsýning til feløgini. Tó, so hava vit goldið fyri hondverkarar til ljóð og annað. Eisini hevur Sjómannadagurin goldið fyri undirhaldið, sum er á degnum, greiðir Karl Birgir Isaksen frá.
Hann leggur afturat, at endamálið hevur verið, at fingið fyritøkurnar í landinum at taka lut. Hetta hevur eydnast, og í ár er fyrsti Sjómannadagur, har als ongin søla av nøkrum slagi er á økinum.
- Í ár er alt ókeypis, staðfestir hann.
Hann leggur afturat, at orsøkin er, at Sjómannadagurin verður stuðlaður av Gados, Kristian í Grótinum samtakinum og Bakkafrosti. Eisini stuðlar MBM við kakao og ísi til børnini, og óteljandi aðrir stuðlar lata gávur, vinningar og annað.
- Tað er ótrúliga nógvur stuðul latin til Sjómannadagin. Eg havi sett eitt roknistykki upp og eg meti, at tað, sum Sjómannadagurin fær í gávum er vert á leið 1,3 milliónir tilsamans, staðfestir Karl Birgir Isaksen.
Orsøkin til dygga stuðulin er, at konseptið er sett saman á ein ávísan hátt, heldur hann.
- Tað er ókeypis, rúsfrítt og man gleðir familjurnar, staðfestir hann.










