Ongin gloymdur

Sjálvstýrisflokkurin heilsar stiginum hjá landstýrismanninum í fíggjarmálum vælkomnum og takkar fyri kunningina um pensjónsreform, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum og politiska skipanin vórðu boðin til

Føroyingar eru seinir á sjóvarfallinum við pensjónsreformi í mun til Ísland og Danmark, og neyðugt er at fremja tiltøk til tess at tryggja, at hvør einstakur løntakari skal gjalda hóskandi prosentpart av løn síni til pensjón.

Framrokningar vísa, at færri virkin fólk verða fyri hvønn pensjónist. Verður onki gjørt, vaksa eldraútreiðslurnar heilt upp í 21% av BTÚ í 2050.

Tí mugu arbeiðsmarknaður og politikarar í felag finna semju um framtíðar pensjónskipanina. Týðandi partar av henni mugu verða krøv um uppsparing, líðandi hægri pensjónsaldur og munagóð almenn pensjón til teirra, ið ikki hava møguleikan at spara upp.

Nøkur stig

Beinanvegin má inntøkumarkið fyri mótrokning í fólkapensjónini hækka og mótrokningarprosentið lækka. Sjálvstýrisflokkurin hevur uppskot klárt um hetta, ið fer at eggja teimum virkisføru eldru at halda fram á arbeiðsmarknaðinum sum longst.

Hækkanin í fólkapensjónini má fyrst og fremst verða í viðbótini, so tey uttan egna uppsparing fáa meiri munandi styrk. Men samstundis mugu vit krevja, at øll ið orka at spara skulu spara.

Samhaldsfasti varðveitast

Samhaldsfasti er ikki fólkapensjón men arbeiðsmarknaðargjald, ið arbeiðsgevarar og løntakarar gjalda í grunn. Arbeiðsmarknaðurin fíggjar skipanina. Politikarar eiga at halda seg burtur frá hesi skipan og mugu ikki sleppa at marknaðarføra Samhaldsfasta sum fólkapensjón. Serliga seinastu 4 árini hevur grunnurin fingið leiklutin sum einasta pensjónshækkanin.

Samhaldsfasti skal varðveitast sum óheft arbeiðsmarknaðarpensjón.

Vit staðfesta at:

1. Samhaldsfasti skal varðveitast sum óheft arbeiðsmarknaðarpensjón, ið ikki skal avloysa almennu pensjónina, men skal verða tað ískoyti til pensjónina, ið hann av fyrstan tíð var tilætlaður.

2. Samhaldsfasti má samskipast, so hann lýkur treytirnar fyri ásetingunum í Norðurlendsku Konventiónini – fólk skulu fáa hann við sær, um tey flyta.

3. Krøv mugu setast um pensjónsuppsparing, men til øll á arbeiðsmarknaðinum hava fingið nøktandi uppsparing, skulu vit tryggja, at ongin dettur niðurímillum við at hækka viðbótina til almennu fólkapensjónina.

4. Onnur stig mugu takast, serliga at minka mótrokning hjá pensjonistum ið framvegis arbeiða, umframt at loyvi fólki at útseta fólkapensjónina afturfyri hægri pensjón seinni.

5. Sjálvstýrisflokkurin vil positivt viðgera breiða semju um pensjónsreform, men minnir á, at eisini pensjónsreformur krevur vakstrarbúskap, serliga at vit fáa ungdómin at støðast og duga at menna útbúgving, gransking og nýggjar vinnur.

 

 

Vegna Sjálvstýrisflokkin

 

Kári P. Højgaard

Floksformaður

 

Kári á Rógvi

Næstformaður