Leila Hjørleivsdóttir á Lofti
????????????????????????????
Nú fara børnini skjótt aftur í skúla ? eisini á Argjum.
Á Argjum er tað soleiðis, at 1. flokkur fer í skúla kl. 11.30, og kunnu tá vera í frítíðarskúlanum á Argjum fyrrapart; men nú fara hesi somu børn í 2. flokk og byrja í skúlanum kl. 8.00. Tá tey so eru liðug um leið kl. 11.30, hava tey flestu av hesum umleið 46 børnunum ongan frítíðarskúla at fara til, tí hann er bert opin fyrrapart.
Tað skuldi verið óneyðugt at nevnt, at tey flestu foreldur eru tí tí støðu í dag, at bæði arbeiða, aloftast 40 tímar vikur, og tað eru ikki so nógv børn longur, ið hava eina ommu ella abba at ansa eftir teimum, tað mugu vit bara fyrihalda okkum til.
So hvar skulu øll hesi børnini vera eftir skúlatíð?
Vit eru sera væl nøgd við frítíðarskúlan á Argjum, gott arbeiðsfólk við góðum leiðara; men hví 2. floks børnini ikki kunnu vera har um seinnapartin, tað skilji eg ikki.
Eg vil tí heita á býráðið, sum hevur ábyrgdina av hesum økinum, um at bera so í bandi, at frítíðarskúlin eisini er klárur at taka ímóti 2. floks børnunum, nú skúlin byrjar aftur.