Nú seinnapartin fór ein bussur hjá Bussleiðini út av vegnum í Kollafirði. Hann gleið og krapanum og hálkuni og fór omanav, men hóast tað er nakað bratt omanav, fór bussurin ikki á bólt. Einki ferðafólk var í, so bilførarin var einsamallur og hann fekk ikki mein í óhappinum.
Sløkkiliðið varð boðsent og tey gjørdu fyrst av at tryggja bussin so at hann ikki fór á bólt. Eini hús stóðu niðanfyri og haðani varð húsfólki flutt úr húsunum eina løtu. Síðani hevur hevur tað eydnast sløkkiliðnum at fáa bussin uppaftur og løgreglan sigur, at Landsverk er eisini í ferð við at rudda vegin, har óhappið hendi.
Annars mælir løgreglan framvegis fólki frá at koyra ímillum bygdir. Veðrið batnar ikki við tað fyrsta og tí eru óráð at fara í bilin ímillum bygdir. Løgreglan heitir eisini á tey bygfarfólk, sum hava koyrt til Havnar í arbeiðsørindum í morgun um ikki at fara avstað úr Havnini enn, tí líkindini eru so vánalig.
Sí fleiri myndir frá óhappinum við at trýsta HER
Myndirnar tók Jákup Dam.
|









