Ongin flyting í evstu løtu

At síggja til, so hevur einki felag gjørt nakað óvæntað á seinasta degnum fyri at flytingarvindeygað letur aftur.

 

Okkurt ári hava fleiri feløg havt fleiri jørn í eldinum á seinasta degnum fyri at flytingarvindeygað letur aftur. Tað einasta er, at KÍ hevur arbeitt við at fáa eina verjuspælara til landið, men tann royndin miseydnaðist.

 

Annars eru flestu flytingarnar gjørdar í góðari tíð. Vit mugu bara staðfesta, at føroysku feløgini hava verið væl fyrieikaði viðvíkjandi skiftum í summar. Tað er til at gleðast um vegna føroyska fótbólt, at feløgini ikki taka avgerðir í skundi á seinasta degi áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.