Tað er heimasíðan hjá UEFA, sum í dag hevur kunngjørt, at franski bóltsnillingurin hjá Bayern Munchen, 27-ára gamli Franck Ribery, skal hava tríggjar dagar leikbann fyri taklingina, ið førdi til reyða kortið í fyrra dystinum ímóti Lyon.
Franck Ribery hevur ikki havt tað lætt seinastu tíðina. Fyrst varð hann útvístur, tá Bayern á heimavølli vann á Lyon. Síðani komu søgur fram um, at Ribery, ið er giftur og eigur tvey børn, hevur verið saman við einari skøkju, ið var yngri enn 18 ár. Nú sleppur hann heldur ikki at spæla í Champions League finaluni.
Bayern Munchen hevur tríggjar dagar at kæra málið til UEFA.