Ongin finala til Kjartan Eli

Kjartan Eli Hentze tapti fríggjadagin hálvfinaluna ímóti Michael Svensson. Sostatt fekk Kjartan Eli eitt triðja pláss, og slapp ikki víðari í finaluna. Mett varð annars frammanundan, at Kjartan Eli hevði ein hampuligan møguleika, tí hann hevði vunnið ímóti hesum sama manni í liðkappingini. Men úrslitið gjørdist 2-4 til Michael Svensson.