Ongin finala til Beckham og LA Galaxy

Hóast LA Galaxy vann fyrru hálvfinaluna í Dallas 1-0, so gjørdist FC Dallas ein ov stórur biti hjá David Beckham. Í seinnu hálvfinaluni á Home Depot Center í Los Angeles megnaði LA Galaxy ikki at halda fast í leiðsluni og tapti 3-0. David Beckham royndi seg við onkrum fríspørkum, men inn vildi bólturin ikki. FC Dallas skal í MLS finaluni møta Colorado Rapids.

 

Um tað hevur áhuga, so skoraðu David Arturo Ferreira, George John og Marvin Chávez málini fyri FC Dallas.