- Endamálið hjá samgonguni, er at halda almenn starvsfólk føst í eini tøgnmentan. Tað staðfestir Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni.
Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta eina varskógvaraskipan í gildi, so at almenn starvsfólk, dulnevnd, kunnu boða frá óregluligum viðurskiftum á arbeiðsplássinum.
Men samgongan er ikki sinnað at seta eina slíka skipan í verk. Samgongan sigur, at almenn starvsfólk hava nógvar møguleikar at boða frá óregluligum viðurskiftum. Tey hava bæði álitisfólkið á stovninum, stjóran, løgtingsins umboðsmann og ikki, minst, eitt grundlógartryggjað talifrælsi.
Og tað var nettupp ta grundlógartryggjaða talifrælsi, Hans Petur Joensen brúkti, tá ið hann boðaði frá ymsum fíggjarligum viðurskiftum á Strandferðsluni, hann metti verða óreglulig.
- Avleiðingin varð at eg varð gjørdur til syndabukk. Eg fekk ávaring, tí eg hevði verið óloyalur ímóti mínum arbeiðsplássi, og seinni varð eg uppsagdur.
- Hetta vísir, at samgongan setir kravið um loyalitet framum tað grundlógartryggjaða talifrælsi, sigur Hans Petur Joensen.
Hann stafestir, at samgongan vil hava eina tøgnmentan. Men tað hóvar henni óivað væl, tí størri vald fær hon sigur fyrrverandi fíggjarleiðarin.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hans Petur Joensen greiða frá, hví hann heldur, at verður ein varskógvaraskipan ikki sett í verk, verður avleiðingin, at ongin fer at tora at siga nakað.









