Ongin fótbóltur leygardagin

Róin Schrøter sigur við bolt.fo, at at arbeitt verður ímóti, at eingin fótbóltur verður leygardagin

Tveir dystir í 22. umfari í Betri deildini hjá monnum skulu eftir ætlan verða í morgin, men báðir eru útsettir til sunnudagin, skivar bolt.fo. Talan er um dystirnar KÍ-TB og NSÍ-B36. Orsøkin er nógvur vindur.

Veðurforsøgnin leggur upp til nógvan vind. So nógv, at bjargingarfeløg og onnur hava verið úti við ávaringum. Tí kemur tað ikki óvart á, at Fótbóltssambandið arbeiðir við at útseta dystirnar í morgin. Sum In.fo skrivaði í gjár, so hevur KÍ longu flutt dystin móti TB til í morgin. Norðlýsið skrivar at dysturin er ásettur klokkan 17, men tað er møguligt at hann verður spældur nakað seinni.

Eisini skuldi toppdystur verða í Runavík millum NSÍ og B36 klokkan 19. Her vóru boðini, at ættin var góð og væntandi bleiv spælt. Nú boðar Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, frá at arbeitt verður við at útseta allar dystir í morgin. Tað sigur hann við bolt.fo.

- Veðurforsøgnin er sera vánalig leygardagin. Bjargingarfeløg og onnur eru úti við ávaringum. Vit halda ikki, at tað er ráðiligt bæði fyri trygdina og fyri rættvísi, at spæla dystir í slíkum veðri, har lið og hjálparfólk skulu ferðast í hesum ódnarveðrinum, sigur Róin Schrøter við bolt.fo.

Hann sigur víðari, at dysturin millum NSÍ og B36 er útsettur til sunnudagin.