Áðrenn fólkaatkvøða verður um at leggja komunurnar saman, má borgarin fáa heilt greitt at vita frá landsstýrinum, hvat hann hevur í at velja. Tað ger Føroya Kommunufelag nú greitt fyri landsstýrinum.
Landsstýriskvinnan í innlendismálum hevur sett sær sum mál at leggja uppskot fyri Løgtingið í næstu framtíð um at leggja Føroya land saman í níggju kommunur og at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita í 2013.
Hesar næstu mánaðirnar skulu brúkast til at sannføra fólkið um at hetta og tí skal landsstýrið nú undir tað, tey kalla eina fólksliga tilgongd, har landsstýriskvinann skal ferðast landið runt at greiða frá ætlanini og seinni skal so fólkaatkvøða vera í teimum ymsu kommunumum um ætlanina.
Annika Olsen hevur gjørt greitt, at nú skal tað røkka ella støkka og eydnast ikki at finna semju nú, ætlar hon ikki at brúka fleiri kreftir upp á tað, men leggur tað aftur í skuffuna.
Men mótbrekkan hjá landsstýriskvinnuni er øgiliga brøtt, tí partvís er samgongan alt annað enn samd um ætlanina.
Og partvís verður tað eisini ein spurningur um, hvussu verður við teirri fólksligu tilgongdini, tí nú staðfestir Kommunufelag Føroya, at tað er neyðugt at málið er nógv betur lýst, áðrenn nøkur fólkaatkvøða verður.
- Tað er neyðugt, so at hendan týðandi avgerðin ikki verður tikin í blindum, sigur Kommunufelagið.
Enn heldur felagið, at enn er tað ein víðopin spurningur, hvat borgarin verður spurdur um, tá fólkaatkvøðan verður. Men samstundis er greitt, at skulu krøvini frá felagnum gangast á møti, fer tað at taka sína tíð, áðrenn nøkur fólkaatkvøða kann verða.
- Útspælið frá landinum sigur onki um, hvussu eldraøkið skal skipast. Vit hava onga eldralóg og tað eiga vit at hava, áðrenn fólkatkvøðan verður, sigur Kommunufelag Føroya.
Kommunufelagið heldur, at tað er neyðugt við eini eldralóg, tí tá ið fólkaatkvøðan verður, eigur borgarin at vita, hvørji krøv kommunurnar skulu ganga undir, tá ið tær fáa eldraøkið at umsita.
Kommunufelagið saknar eisini eina greiða fráboðan um, hvussu málsøki, sum verða løgd undir kommunurnar at umsita, skulu fíggjast.
- Hesi viðurskifti skulu verða væl og virðiliga lýst og at tað er neyðugt við semju ímillum landið og kommunurnar, áðrenn fólkaatkvøðan verður, sigur Føroya Kommunufelag.