Kommunusamanlegging
Tað verður ongin fólkaatkvøða í Suðuroy um at leggja kommunur saman á hesum sinni.
Sostatt er tað greitt, at kommunurnar í Suðuroynni fara ikki at taka undir við áheitanini frá Tvøroyrar Kommunu um at halda fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging, samstundis sum fólkatingsvalið er týsdagin.
Tá ið kommunuvalið var í november, heitti Sumbiar Kommuna annars á hinar kommunurnar um at halda fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging samstundis.
Spurningurin, sum veljararnir skuldu svara, var einfaldur. Hann ljóðaði: Skal øll Suðuroyggin verða ein kommuna. Og so skuldi veljarin svara Ja ella nei.
Ta ferðina var tað bara í Sumba og á Tvøroyri, at veljararnir sluppu at siga sína hugsan um kommunusamanlegging og í báðum kommunum var heilt greiður meiriluti fyri at leggja alla Suðuroy í eina kommunu.
Men nú veljararnir skulu á val til fólkatingið týsdagin, heldur Tvøroyrar kommununa tað vera eitt gylt høvi hjá hinum fimm kommununum í Suðuroynni at spyrja veljaran, hvat teir halda um kommunusamanlegging.
Vilja hava kanning
Men tað er nú greitt, at hinar kommunurnar fara ikki at taka av, vísir ein spurnarrunda hjá Sosialinum.
Í fyrsta lagi halda kommunurnar, at skotbráðið er ov stutt, tí brævatkvøðurnar eru longu við at koma inn.
Men tað eru eisini fleiri kommunur, sum ikki halda at tað er rætt at hava fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging, sum støðan er nú.
Tær halda, at grundarlagið hjá veljaranum at taka støðu útfrá, er alt ov veikt, sum er.
? Veljarin veit ikki, hvat ein kommunusamanlegging førir við sær og, hvørjir fyrimunir og vansar eru við eini samanlegging, halda kommunurnar.
Kommunurnar leggja hinvegin dent á, at tær hava onki ímóti at arbeiða við málinum um samanlegging.
Hetta var millum annað støðan hjá bygdaráðnum í Fámjin, sum hevði málið til viðgerðar hóskvøldið. Men hetta er eisini støðan hjá Levi Niclasen í Hvalba, borgarstjóra í Hvalba og Eli Frederiksen, borgarstjóra í Porkeri.
Tí eru tað fleiri kommunur í Suðuroy, sum vilja hava eina fakliga lýsing av, hvat ein kommunusamanlegging hevur við sær av fyrimunum og vansum.
Kommunurnar halda, at fyrrenn ein slík lýsing er gjørd, hevur veljarin onki grundarlag at byggja eina støðu á.
Eli Frederiksen væntar, at spurningurin um at gera eina slíka kanning, fer kanska at verða umrøddur, tá ið kommunustýrislimir í Suðuroy fara at hittast í næstum.
Men hann heldur, at tað hevði verið rættast at onkur av teimum báðum størru kommununum reisti málið.
Tá ið Fámjins kommuna hevði málið fyri hóskvøldið, var eitt sjónarmið, at skal talan verða um samanlegging, er tað rættast at byrja við teimum báðum størru kommununum, Vági og Tvøroyri.
Har er sjónarmiðið somuleiðis, at skal talan verða um samanlegging, skal øll oyggin verða ein kommuna. Verður talan um tvær kommunur, verður ein stór bygd í hvørjum øki, sum fer at verða fullkomiliga einaráðandi. Verður talan um eina kommunu fer javnvág at vera í ímillum norðaru og syðru helvt.
Ì Fámjin varð eisini spurningurin reistur um at tíðin ikki var búgvin til samanlegging enn, men at kommunurnar áttu at styrkt kommunala samstarvið fyrst.
Men afturímóti tí varð ført fram, at tað var ikki so lætt hjá kommununum í Suðuroy at samstarva.
Eitt nú vóru royndir gjørdar at endurskipa felagskommununa, men tað miseydnaðist.