Joan Sørinardóttir
Ongin er farin ov seint, men mangur er farin ov tíðliga í skúla. Soleiðis hoyrist javnan og hetta er ikki nakað, sum vit skulu skúgva til viks.
Slíkar útsagnir byggja á eygleiðingar og lívsvísar royndir, sum vit ikki bara skulu vraka, tí ein PISA - undankanning gevur netverkinum rundan um føroysk skúlabørn stak vánaligt skotsmál At koyra børn í skúla 6 ára gomul loysir onki her og nú. Kommunurnar hava so at siga nøkta stovnstørvin kring landið, hvat er gott og gagnligt, og lat okkum byggja víðari á tað! Tó er tað læruríka og mennandi umhvørvið í landsins barnagørðum ikki nóg nøktandi, hóast tað eru nógv starvsfólk, sum gera eitt megnar arbeiði. Men tilvitan og ætlan vantar í ov stóran mun. Stovnsleiðarar og pedagogar saman við foreldrum eiga at seta størri fokus á læring og menning og tað heilt niður í vøggustovualdur. Barnið skal ikki bara ansast, skal ikki bara hava tað á so frítt, men skal mennast bæði sosialt, motoriskt, málsliga og í gernadisdegnum fáa avbjóðingar og upplivilsir, sum økja um forvitni og áhuga fyri eitt nú náttúru, tøkni og mentan.
Fyrst og fremst eru tað foreldrini, sum hava hepnið at geva barninum umsorgan og harav fylgjandi karmar fyri menning og læring. Harnæst er tað ábyrgdin hjá stovnunum tilvitað og neyvt skipað at menna einstaka barnið og ikki blint at fylgja diversum pedagogiskum mótafloppum. Starvsfólk á stovnunum hava eitt stórt potentiali, ið átti at blivið eggjað av politikkarunum og stuðlað, ment og víðkað - møguliga saman við lærarum.
Føroyska samfelagið hevur ikki ráð til snævurskygd fakmørk, heldur er tíðin komin til samstarv, og so kann tað jú vera, at Jórun og Tróndur um nøkur ár kunnu fara í skúla 6 ára gomul.