Ongin einsamallur

Kári Dal-Christiansen er leiðari fyri stóru byggiverkætlanina hjá Føroya Tele. Hann sigur, at við nýggja bygninginum fer Føroya Tele at verða ein meira effektiv og fleksibul fyritøka

Greinin er partur av eini greinarøð:

Sum ein føroysk bygd
Fakta
Ongin einsamallur
Føroyskt Met
Orginalur frá Harvard

Nýggi bygningurin
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo

Føroya Tele avgjørdi fyri nøkrum árum síðani, at nýtt høvuðsæti skuldi byggjast. Nú verður alt virksemið hjá fyritøkuni á Streymoynni samlað í einum bygningi.
- Vit búgva í fleiri ymiskum støðum í Havnini, og tað er ikki altíð so arbeiðsligt. Og fyri at fáa tryggari umstøður til teknikk, ynsktu vit at fáa nýggjan bygning, sigur Kári Dal-Christiansen av Byggideildini hjá Føroya Tele.

Einstaklingar arbeiða saman
Fyrr var Føroya Tele ein fyritøka við einstaklingum, sum arbeiddu. Tað er hon enn, men nú skulu einstaklingar á fyritøkuni í enn størri mun arbeiða saman. Tað er eitt av endamálunum við bygninginum.
- Føroya Tele verður meira og meira ein projekt-orienterað fyritøka. Vit vita, at tað kann verða ein fyrimunur, at vit sita í einum opnum landslagi, heldur enn at sita í hvør sínari lítlu skrivstovu. Við nýggja bygninginum eru umstøðurnar betri til at fáa eina enn meira fleksibla fyritøku, sigur Kári Dal-Christiansen.

Rúm og nátúrligheit
Hann væntar, at tað stóra rúmið mitt í bygninginum verður ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá arbeiðsfólkunum. Hetta rúmið hevur fleiri funktiónir.
- Tað er týdningarmikið, at bygningurin hevur rúmd onkustaðni, soleiðis at proportiónirnar hanga saman. Eitt annað er, at tað stóra rúmið er ein partur av ventilatiónini, sum er nátúrlig ventilatión, sigur Kári Dal-Christiansen.
Áður hava starvfólk sitið einsamøll og arbeitt, men nú skulu mest sum øll verða í rúmi saman við fleiri persónum. Ongin fær skrivstøvu fyri seg sjálvan ? heldur ikki leiðslan.
- Fleiri starvsfólk eru von við at sita á egnari skrivstovu. Tey óttast kanska eitt sindur útlitini fyri, at tey koma at sita saman við fleiri øðrum starvsfólkum, sigur Kári Dal-Christiansen.

Meira effektiv fyritøka
Hann sigur, at fólk skulu venja seg við nýggju umstøðurnar, men til endans fer hetta at verða til tað betra.
- Nú tá bygninguin verður meira og meira liðugur, so gleða starvsfólkini seg at koma niðan. Tey hava vant seg við tankan, og tey gleðast um tað. So tey eru spent upp á at flyta niðan, sigur Kári Dal-Christiansen.
- Eg trúgvi, at Føroya Tele fer at verða meira effektivt sum fyritøka við nýggja bygninginum.