Fyribils dugir landsstýriskvinnan í mentamálum ikki at ímynda sær, at tað skal bera til at byggja eftirskúla í Hvalba, men hon er sinnað at vita um tað ber til finna eina loysn, har eftirskúli kann flyta inn í onkur høli, sum longu eru til taks í Suðuroy Sum fíggjarliga støðan og útlitini eru, sær landsstýriskvinnan í mentamálum ikki fyri sær, at tað ber til at byggja nýggjan eftirskúla í Hvalba.
Hinvegin er hon sinnað at vita um tað ber til at finna eina loysn, har ein eftirskúli kann fáast inn í onkur høli, sum longu eru í Suðuroy frammanundan, at húsast har.
Tað sigur hon við Portalin, nú hon er á rundferð í Suðuroy í dag og í morgin.
Hon sigur, at tað er mett at kosta 90 milliónir at byggja nýggjan eftirskúla, har landið og kommunurnar skulu fíggja hvør sína helvt og tað sær hon ikki fyri sær, nú bæði land og kommunur eru í svárari fíggjarligari støðu og tí vónar hon, at tað ber til at finna eina bíligari loysn.
Hon sigur, at ein loysn, har eftirskúlin flytir inn í onkran hóskandi bygning, sum er til taks, kann vísa um hetta er eitt skúlatilboð, sum vit eiga at veita føroyskum og útlendskum ungdómum.
Men so má eisini kannast eftir um tað ber til at útvega næmingaíbúðir í sambandi við skúlan.
Vísir tað seg so, at vit raka seymin á høvdið við einum eftirskúla í Suðuroy, kann tað seinni koma upp á tal at byggja ein nýggjan skúla.
- Tað kann væl vísa seg at slíkur skúlaskapur verða framtíðarvinna í Suðuroy, leggur hon afturat.
Hon vil kortini ikki siga nakað um, hvørjar bygningar hon hugsar um, kunnu hýsa einum eftirskúla í Suðuroy.










