Ongin dómari fer frá

Dómararnir í Fasta Gerðarrættinum fara ikki at taka eina inniliga áheitan frá fýra fakfeløgum til eftirtektar

Ongin dómari í Fasta Gerðarrættinum fer at leggja frá sær og sostatt verður ein innilig áheitan frá fýra stórum fakfeløgum ikki tikin til eftirtektar.

Tað er greitt eftir at bæði dómarar og nevnd fyri Gerðarrættin høvdu fund í gjár.

Í kjalarvørrinum á úrskurðinum hjá Gerðarrættinum um verkfallið hjá portørunum fóru fakfeløgini rættiliga upp á gos, tí rætturin hevur víst á, at verkføll skulu fráboðast við hampiligari tíðarfreist.

Gerðarrætturin ásetti tó onga ávísa tíðarfreist, tí tað átti partarnir á arbeiðsmarknaðinum at finna út av sínamillum.

Ónøgdin hjá fakfeløgunum kom í hæddina fyrr í vikuni, tá ið tey fýra stóru arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og tey bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík inniliga heittu á dómararnar um at leggja frá sær.

Í gjár høvdu teir átta dómararnir og sjey nevndarlimirnir fund um støðuna og tað var ein fundur, sum nevndarformaðurin, Kári á Rógvi, kallar bæði góðan og uppbyggjandi.

Nevndarformaðurin sigur, at ongin av nevndarlimunum hevur heitt á dómarar um at leggja frá sær og ongin av teimum bólkum, sum annars velja dómararnar, hava heitt á teir um at fara frá. Samstundis hava ongir av dómarunum boðaðu frá, at teir fóru frá.

Sostatt verða ongar broytingar í dómarapanelinum á hesum sinni.

Sjálvur Kári á Rógvi frá á fundinum, at løgdu nakrir av dómarunum frá sær, mátti hann sjálvur eisini taka ábyrgdina og leggja frá sær sum nevndarformaður.

Les eisini greinina: Setti skump undir gerðarrættin