Rokið millum Manchester City og Carlos Tevez heldur fram. Framherjin skuldi í dag møta í Manchester, men framherjin er ongastaðni at síggja. Hann fór í seinastu viku heim til Argentina, sum skilst uttan loyvi frá Manchester City.
Tað byrjaði í Champions League dystinum móti Bayern Munchen, tá Carlos Tevez at síggja til ikki vildi lata seg skifta inn. Italski venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini, segði eftir dystin, at Carlos Tevez ongantíð aftur fór at umboða Manchester City.
Eftir eina tíð, har Carlos Tevez royndi at siga at als ikki noktaði at lata seg skifta inn, men bara ikki vildi hita meiri upp, komu partarnar til eina semju. Carlos Tevez fekk eina bót fyri brot á sáttmálan og Roberto Mancini segði enntá á tíðindafundi, at tað nú ikki var óhugsandi at framherjin verður at síggja aftur á liðnum.
Men mikudagin fór Carlos Tevez umborð á eina flúgvara við kós móti Argentina. Sjálvur sigur hann seg ikki vita av, at hann skuldi møta til venjing í Manchester meðan landsliðssteðgur er. Partarnir komu ásamt um, at møtast í dag í Manchester.
Í dag upprann so dagurin, har ein loysn skuldi finnast, men Carlos Tevez møtti ikki upp. Spurningurin er nú um seinasti kapitulin í roksøguni um Carlos Tevez og Manchester City er skrivaður.