Ongin bjóðar Jóannesi av

Javnaðarflokkurin skal hava landsstevnu um tvær viku og tá ið freistin at stilla upp til formansvalið var úti, hevði ongin bjóða seg fram ímóti sitandi formanni

Tað verður ongin, sum bjóðar Jóannesi Eidegaard sum formansvalevni hjá Javnaðarflokkinum, tá ið landsstevna verður um tvær vikur.

Flokkurin hevur landsstevnu í Havn annað vikuskifti og í viðtøkunum hjá flokkinum stendur, at uppskot til starvsnevndarlimir, skulu verða latin inn í seinasta lagi tríggjar vikur frammanundan.

Og av skrivstovu floksins verður upplýst, at onki uppskot er komið inn.

Sostatt er greitt, at ongin avbjóðari verður til Jóannes Eidesgaard, sum hevur verið formaður floksins í eitt áramál.

Tað var annars dúgliga gitt um eitt formansskifti, eftir at Javnaðarflokkurin fekk eitt søguliga vánaligt úrslit í eini veljarakanning hjá Kringvarpinum fyri eini tíð síðani.

Tá varð eitt sindur gjørt burtur úr um tað besta fyri flokkin kanska kundi verið Jóannes Eidesgaard tók ábyrgdina av tí vánaliga úrslitið og segði seg frá. Men tað var hann ikki sinnaður til og tí var eisini gitt um nakar mundi fara at bjóða honum av á landsstevnuni, tá ið formansval er.

Men so verður ikki og Jóannes Eidesgard verður sostatt sitandi