Í løtuni er tað eingin, sum bíðar eftir loyvi frá Mentamálaráðnum til at sleppa undir at byggja nýggja kirkju. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
Rodmundur Nielsen, tingmaður, hevur spurt hann, hvussu gongur at avgreiða umsóknir frá kirkjusóknum kring landið um at sleppa í holt við at byggja nýggjar kirkjur.
Tingmaðurin sigur, at í hvussu so er á Glyvrum, hava tey bíðað í fleiri ár eftir at fáa loyvi, og nú vil hann hava at vita, nær tað er væntandi, at umsóknirnar verða avgreidda.
Bjørn Kalsø sigur, at svarið er rættiliga einfalt. - Kirkjusóknir, sum ætla at byggja nýggjar kirkjur, fáa loyvi til at byggja, so hvørt sum tær lúka treytirnar, sigur hann
Treytirnar, hann sipar til, eru tær, sum myndugleikarnir hjá sjálvari kirkjuni, mæla til. - Sum er, bíðar ongin kirkjusókn eftir svari ella ávegissvari úr Mentamálaráðnum um loyvi at byggja, sigur Bjørn Kalsø.
Hann sigur annars, at mannagongdin er greið, tá ið ætlanin er at byggja nýggja kirkju.
- Tá biskupur, Próstadømisráðið og Stiftsstjórnin mæla til, at ein kirkjusókn fær loyvi til at fara undir at fyrireika at byggja nýggja kirkju, fáa tey fyrst loyvi at savna inn pening til endamálið. Seinni fáa tey eisini loyvi til aðrar fyrireikingar, sum ikki kosta so nógv.
- Táið kirkjusóknin eigur í minsta lagi ein triðing av byggikostnaðinum, kann hon í stigum fáa loyvi at fara undir veruligu fyrireikingarnar til byggingina.
- Og tá ið líkt er til, at ætlanirnar fara at halda, og myndugleikarnir í innan kirkjugátt, mæla landsstýrismanninum til tað, fær hon eisini loyvi at byggja.
Bjørn Kalsø sigur, at fult samsvar er ikki ímillum lógina um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar og løgskipanina um folkirkens kirkebygninger.
- Tí verður tað væntandi eitt stórt framstig, tá vit fáa nýgga lóg um bygningar fólkakirkjunnar, hóast tað við ber til at fáa loyvi at byggja við galdandi lóggávu.
|










