Gareth Bale kom ikki á vøllin í kvøld fyri Real Madrid. Hann hevur framvegis sínar fyrstu minuttir á nýggja heimavøllinum, Santiago Bernabeu, til góðar.
- Hann hevði tað ikki so gott úti á vøllinum. Hann hevur bíðað leingi og vildi gjarna sleppa at spæla á nýggja heimvøllinum, so hann er vónbrotin, sigur Carlo Ancelotti, venjari hjá Real Madrid.
Real Madrid kom annars afturúr, men endaði við at vinna 4-1. Millum málskjúttarnar var Cristiano Ronaldo, sum skoraði tvey mál. Hann hevur nú skotið 207 mál í 205 dystum fyri Real Madrid. Hann er nú nummar fimm á samlaða søguliga málskjúttaralistanum hjá Real Madrid.









