Ongin búskaparpolitikur er í Føroym

– Nú skal eg ikki leggja Búskaparráðnum orð í munnin, men eg haldi at frágreiðingin hjá teimum staðfestir, at ongin búskaparpolitikkur er í Føroyum, heldur Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal fegnast um frágreiðingina Búskaparráðið nú er komið við. Hann heldur, at tað hava verið alt ov fáar atfinningarsamar røddir frammi, í mun til gongdina í føroyska búskapinum, og tí er tað gott at Búskaparráðið nú rópar varskó.
Høgni Hoydal sigur at tað, sum Búskaparráðið vísir á í frágreiðingini, eru fleiri av somu tingum, sum hansara flokkur hevur víst á, og sigur so, at landsstýrið hevur handlað beint ímóti tí.
Høgni Hoydal nevnir skatta- og avgjaldspolitikkin, kommunubúskapin og rentustuðulin sum nøkur dømi. Hann sigur, at tá teir hava víst á nøkur av hesum somu viðurskiftum, so hevur tað bara verið skýrt andstøðutos ella grenj og tí er tað gott, at Búskaparráðið nú varpar ljós á nógvar trupulleikar við føroyska búskapinum.
– Nú skal eg ikki leggja Búskaparráðnum orð í munnin, men eg haldi at frágreiðingin hjá teimum staðfestir, at ongin búskaparpolitikkur er í Føroyum, heldur Høgni Hoydal.