Ongin bóndi sleppur at selja jørð

Landsstýrismaðurin í vinnumálum afturvísir, at eitt umsetiligt festibræv merkir, at bøndur sleppa at selja jørð, nú jarðarlógin er broytt. Tað sama ger stjórin á Búnaðarstovuni

LANDSJØRÐ

 

Tað sleppur ongin bóndi at selja nakra landsjørð, ella kongsjørð, sum tað fyrr varð nevnt, eftir at jarðarlógin er broytt, og festibøndurnir hava fingið eitt sokalla umsetiligt festibræv. Hetta sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, og sigur seg vera sera bilsnan yvir, at formaðurin í Føroya Óðalsfelag, Kári á Rógvi, í Óðalstíðindi, sum Sosialurin endurgav í gjár, hevur ført fram, at landið er í ferð við at avreiða milliardir í jørð til bøndurnar.

- Bøndurnir sleppa ikki at selja ein einasta bøkk uttan um Búnaðarstovuna, sum peningurin fellur til og harvið landið, um jørð verður seld. Festibrævið umfatar einans brúksrættindi av jørðini og at reka festið. Harafturat fær festarin rætt til at upptaka lán við panti í bygningum og ágóðan av sjálvum garðinum, um ella tá garðurin verður avhendaður til ein nýggjan festara, sigur Bjarni Djurholm.

Landsstýrismaðurin viðgongur, at broytingin er stór fyri festarin, men at tað júst er endamálið við lógini, at bøndurnar fáa størri rásarúm og ágóðan av tí, teir hava bygt upp.

Eisini stjórin á Búnaðarstovan, Ari Johannesen, er sera bilsin yvir, at Kári á Rógvi kemur við slíkari útmelding.

- Tað er als ongin munur á ognarviðurskiftunum á sjálvari jørðini nú og áðrenn lógarbroytingina. Eins og frammanundan er tað Búnaðarstovan ið selur, og peningurin fer til landið, sigur Ari Johanneson.

Sum dømi tekur stjórin á Búnaðarstovuni lendið við Stórutjøn, sum Tórshavnar Kommuna keypir og selur víðari til felagið hjá Jákupi á Dul Jacobsen fyri á leið 55 mió. kr. Hesin peningur fellur til landið.

Ari Johannesen samanber støðuna hjá bøndrunum við tað, sum er galdandi í alivinnuni.

- Uttan aliloyvi er aliútgerð og onnur aktiv hjá einum alara munandi minni vert. Sama er við einum bóndagarði, ið sjálvandi er munandi minni verdur uttan nýtslurættin av jørðini, sigur Ari Johanneson.

 

Ber í bøtuflaka

Í eini viðmerking aðrastaðni í blaðnum í dag, sum formaðurin í Óðalsfelagnum kallar »Fyrrverandi landsjørð«, ber Kári á Rógvi í bøtuflaka. Her skrivar hann:

»Ætlanin var ikki at fara í nakað orðaskifti um lóg um landsjørð. Føroya Óðalsfelag mælir heldur limum sínum at nýta høvið (óbeinleiðis) at ogna sær landsjørð. Men grein í Sosialinum í gjár krevur kortini, at nakrar misfatanir verða rættaðar. Vandi er ikki fyri, at lóg um landsjørð fer at gleppa landinum av hondum fyri milliardir av landsjørð. Lógin er longu samtykt. Óðalsfelagið er ikki ímóti at forera landsjørð. Vit halda bert, at øll, ið sita við landsjørð, eisini tey ið hava traðir, gerði, neystagrundstykki ella annað í festi, skulu fáa sama møguleika, og at tey í øllum førum partvíst skulu betala fyri jørðina. Vit halda eisini, at tað, ið landið letur frá sær, skal gerast verulig ogn, ikki umsetilig brøv við ógreiðum treytum og skiftandi nærri reglum.«

Kári á Rógvi skrivar víðari:

»Lóg um landsjørð gevur heldur ikki bóndum ognarrætt til landsjørðina og rætt at útstykkja hana; lóg um landsjørð gevur teimum ognarrætt til festibrøvini, ið eru umsetilig. Hvat hetta merkir, veit ongin rættiliga - ikki útstykking (beinleiðis), men ymsar aðrar mátar at selja tað, teir ikki eiga. Vit harmast serliga, at tingfólk og miðlafólk ikki stundisliga og gjølla viðgjørdu lógina og allar teir spurningarnar, ið knýta seg at henni, ikki minst um partur av almennu jørðini skal brúkast til veruliga almenn endamál.

Men nú er bert at ynskja øllum gott summar og góða eydnu at keypa sær (festibrøv til) landsjørð. Hvat vit annars halda, ber til at lesa í Óðalstíðindum, ið koma út tvær ferðir árliga.«

 

 

Fakta

 

Nýggja lógin um landsjørð

 

Í § 1 í nýggju lógini um landsjørð er ásett: Eftir reglum, nevndar niðanfyri, fyrisitur Búnaðarstovan, sum er stovnur undir landsstýrismanninum, alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin av ella er skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovvni, herundir kommununum.

Í § 9, stk. 1 í nýggju lógini um landsjørð er ásett: Búnaðarstovuni verður heimilað, burtur av landsjørð, at selja jørð til almenn endamál, grundstykkir til húsabygging, handils- og ídnaðar-, havbúnaðar-, ítróttar- og frítíðarendamál v.m. Áðrenn jørð verður seld burtur av einum festigarði ella leigutrøð, skal festarin/leigarin verða eftirspurdur. Keypspeningurin verður fluttur á festikonto.

Sambært § 3, stk 2 í løgtingslóg um Búnaðargrunn er ásett, at almenna landsjørðin eigur at verða skrásett og tinglisin sum ogn hjá Føroya Landsstýri.