Um tvær vikur verður ongin bíðilisti til barnaansing í Runavíkar kommunu. Tá letur tann nýggi dagstovnurin við Toftavatn upp og 94 børn fáa ríkiligt at plássi til at hugna og stuttleika sær í, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Og harvið hvørvur bíðilistin í kommununi eisini. Hesin bíðilisti, sum var uppi á útivið sjeyti børnum fyri nøkrum árum síðani, er nú komin niður á null.
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, sigur, at kommunan hevur gjørt nógv við barnaansingina hetta seinasta valskeiðið. Dagrøktin er uppnormerað, ein útibarnagarður er settur á stovn og um tvær vikur ella so letur tann spildurnýggi dagstovnurin upp.
Nýggi stovnurin hevur tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur. Har fara 94 børn at húsast. Tað kann ljóða av nógvum, men tað letur ikki til, at tað fer at bila tað stóra, tí hvør stova fer at hava egna inngongd, so tað ikki verður so rokaligt, tá børnini øll verða avheinta.
Rodmundur Nielsen er ikki sørt errin og sera fegin um, at bíðilistin í Runavík nú verður burtur, men hann sigur tó, at tá ein trupulleiki er loystur, so stendur tann næsti og bíðar. Hann sigur, at tað er sera torført at fáa eina íbúð í Runavík, og tað er ongin ivi um, at tað somuleiðis er ein trupulleiki, tá fólk skulu flyta til kommununa. Hann sigur eisini, at tað eru grundstykki til taks, og har er ein bíðilisti, men tørvurin er ikki akuttur, sum nú er.
Rodmundur væntar tó, at tað fer at verða ein ávís tilflyting, nú barnaansingin ikki er nakar trupulleiki longur.
Trýstið minkar
Í Klaksvíkar kommunu er eisini ein framgongd í barnaansingini. Júst hvussu mong børn standa á bíðilistanum eydnaðist okkum ikki at fáa at vita, tí samskiparin av barnaansingini var farin í feriu.
Men dagrøktarleiðarin, Sigrun Vágstún, sigur, at tey merkja væl, at trupulleikin við barnaansingini er vorðin munandi minni seinastu tíðina.
? So vítt eg veit, so eru øll børnini, sum nú hava fingið bjóðað pláss, yvir eitt ára gomul, sigur hon og staðfestir sostatt, at børnini, sum standa eftir á bíðilistanum munnu vera eitt ár og yngri enn tað.
? Tey børnini, sum standa á bíðilista nú, eru uppskrivað hetta seinasta árið, sigur Sigrun og harvið er greitt, at bíðitíðin til at fáa ansing í Klaksvíkar kommunu er umleið eitt ár.