Klaksvík:
Støðan á heimarøktarøkinum í Norðoyggjum kann samanlíknast við støðuna í Vágunum á fleiri økjum. Men ikki tá tað kemur til veitan av heimahjálp. Tí í Norðoyggjum er tað ongin, sum hevur tørv á heimarøkt, sum ikki fær hana.
Økið er um allar Norðoyggjar, og hetta er ein fyrimunur, heldur Elsba. Hon sigur, at um tað ikki er so nógv at gera á til dømis Viðareiði, so sendir hon boð eftir heimarøktarum har og fær tær at koma til arbeiðis í Klaksvík ella onkra aðrastaðni í økinum, har tørvur er.
? Tað hevur nógv við geografiina at gera. Nú veit eg ikki, hvussu tey arbeiða í hinum økjunum, men í Klaksvík er tað soleiðis, at tær arbeiða út í eitt allan dagin. Ongin skái er, sigur hon.
Sum Elsba hevur skilt, so er tað soleiðis á onkrum av hinum økjunum í landinum, at heimarøktararnir fara út í einar tveir tímar, síðani heim eina løtu og so útaftur. Tað er sum sagt ikki støðan í Norðoyggjum, tí hon fær flutt heimarøktirnar millum bygdirnar. Og tað er ein stórur fyrimunur, heldur Elsba.
Sambýlini kosta
Eitt øki sum er at samanlíkna er, tá tað kemur til sambýlini, sum jú eru undir heimarøktini.
Í Vágunum eru trý sambýli, sum hýsa 24 brúkarum. Í Norðoyggjum eru tvey sambýli, sum hýsa 26 brúkarum. Hesi sambýli kosta nærum helvtina av játtanini til heimarøktina í økinum og ger, at teir 130 brúkararnir, sum eru úti í báðum økjunum, fáa somu peningaupphædd sum ávíkavist 24 ella 26 aðrir, ið sita á sambýlum.
Hetta er ein trupulleiki, sambært Elsbu Lützen. Hon heldur, at tað hevði kanska verið betur, um sambýlini fingu eina játtan fyri seg, tí sum hon vísir á, at tá sparingar skulu gerast, verður ikki lagt eftir stovnunum.
? Sambýlini fáa jú teirra pengar kortini, og tí verður spart úti í økinum, og tá merkja teir brúkararnir tað, sigur Elsba.
Hon heldur, at so gerst talan um at undirgrava heimarøktina á hendan hátt.
Umframt sambýli og heimarøktina so umsitur Elsba eisini Norðoya Røktarheim. Og tað er her, at dømi um serstaka játtan til stovn kemur fram. Røktarheimið hevur sína egnu játtan, og er tað lættari at fáa alt at ganga upp við tí. Tí har er ein føst peningaupphædd, sum er til taks, og hon er til Røktarheimið. Meðan á heimarøktar økinum er tað ein upphædd, sum skal býtast millum brúkararnar úti í økinum og tey, sum eru á sambýlum.
? Játtanin er tann sama hvørt ár, og vit skulu halda hana. Men samstundis koma nýggj sambýli, so tað kann verða so skjótt, at sambýlini fara upp um fimti prosent av játtanini, sigur Elsba Lützen, økisleiðari í heimarøktini í Norðoyggjum.









