Ongin avgerð um russaran á Kunoyarnesi

Enn er ongin avgerð tikin um, hvussu farast skal fram fyri at fáa russiska farmaskipið, Sunni Lina, av aftur Kunoyarnesi.

Ástaðarfundur hevur verið í morgun og nú á miðdegi fara avvarðandi myndugleikar aftur at tosa saman um støðuna.

MRCC sigur, at skipið stendur fast og róður og skrúva hava fingið stóran skaða. Men skipið er tætt og vandi er ikki fyri manningini, sum øll enn er umborð.

Annars eru oljubyrgingar lagdar út fyri at tryggja, at ongin oljudálking verður.

Skipið hevði lastað farm við Ánirnar og skuldi fara á Fuglafjørð tá óhappið hendi.

MRCC veit ikki at siga hvat hendi,, men brádliga tók Sunny Lina at bakka við nógvari ferð.

Akkerið var kastað, men tað helt ikki og hereftir fór skipið eftir hekkuni á land beint við eitt alibrúk, sum partvís fekk skaða í hendingini.

Kortini er ikki hol komið á nakra nót, so ongin fiskur er sloppin.

Tá ið greitt var, at ongin vandi var fyri skipi ella manning, var ikki meiri gjørt so leingi myrkt var.

Men bjargingarbáturin, Ziska, fór ein túr at kannað støðuna um fýra tíðina í morgun, tá var flóð, støðan var góð eftir umstøðunum.

Sunny Lina er er bygt í 1980 og er 2493 BT, longdin er knappar 91 metrar og breiddin er 13,4 metrar.

Myndina hevur Dávur Winther tikið.