Ongin avgerð um leiðsluna á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Spurningurin um leiðsluviðurskiftini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eru enn til umrøðu, sigur Sirið Stenberg

Enn er ongin avgerð tikin um, hvussu leiðslubygnaðurin skal vera í framtíðini. Tað er heldur ongin avgerð tikin um, hvussu verður við tilbúgvingini á Klaksvíkar sjúkrahúsið.

Tað ger Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, greitt.

Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana um ætlanin er at broyta leiðslubygnaðin ella tilbúgvingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og skulu viðurskiftini broytast, vil hann hava at vita, hvussu støðan verður í framtíðini.

Tað ger hann, nú eitt arbeiðsbólkur hevur lagt eina menningarætlan fyri heilsuverkið, og har eru 25 tilmæli um ymsar broytingar, sum skulu gerast.

Og eitt av tilmælunum er at avmarka tilbúgvingina á Klaksvíkar sjúkrahúsi, tá ið Eysturoyartunnilin er gjørdur og eitt annað tilmæli er at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina og somu leiðslu.

Á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar Sjúkrahúsi er ikki mótstøða ímóti at skipa eitt heilsuverkið undir eina leiðslu. Men tað er tað so sanniliga í Norðoyggjum, har tey ikki vilja vita av at leggja Klaksvíkar Sjúkrahús undir somu leiðslu sum hini bæði sjúkrahúsini.

 

Sirið Stenberg sigur, at menningarætlanin er í løtuni til umrøðu í einum arbeiðsbólki við umboðum fyri allar flokkar í Løgtinginum.

  

- Eisini er ætlanin at hava aðalorðaskifti í løgtinginum um hetta seinni í ár og tí er politisk støða ikki tikin til tey ítøkiligu tilmælini um leiðslu og tilbúgving, sigur Sirið Stenberg.

 

Hon vísir eisini á, at seinastu árini eru íløgur gjørdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi fyri 22,6 milliónir krónur. Ein partur av hesum hevur verið at menna ambulatorium, ið er um at vera liðugt.

 

Harafturat er ein upphædd eisini sett av til ábøtur á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Men av tí at íløgukarmurin  hjá landinum er tepur, hevur rúm ikki verið fyri íløgum næsta ár, sigur Sirið Stenberg.