Ongin avgerð tikin um óvanliga vakran blett

Ongin skal sleppa at »kradda« sær økið til grundstykki

Enn er ongin avgerð tikin um, hvat friðsæla og náttúruvakra økið í Hoydølum skal brúkast til tá ið Studentaskúlin er fluttur út í Glasir í Marknagili um eitt ár, ella so.

 

Tað staðfesti Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár var til viðgerar í Løgtinginum.

 

Í vár hevði Løgtingið eisini orðaskifti um, hvat økið í Hoydølum skal brúkast til, og tá vóru nógv hugskot á lofti.

 

Tá førdi landsstýriskvinnan sjálv fram, at tað var eitt gylt høvi at skipa fyri eini hugskotskapping, um, hvat økið skal brúkast til. Hon helt, at hetta skuldi vera ein hugskotskapping, har tað skal bera til hjá øllum at siga sína hugsan, bæði landsmyndugleikar, kommunur, borgarar, felagsskapir og vinnulívið.

 

Men Rigmor Dam helt eisini, at hugskotskappingin skuldi taka støðið í frílendisætlanini, ið strekkir seg heilt av Ternuryggi, ígjøgnum ovaru- og mið Hoydalar, oman í niðaru Hoydalar og út á Boðanes

 

Men nú, eitt hálvt ár eftir, er framvegis ongin hugskotskapping og tað er framvegis heldur ongin avgerð tikin um, hvat økið skal brúkast til.

 

Hinvegin staðfestir hon, at økið skal ikki brúkast til búseting.

 

- Tað skal ikki verða soleiðis, at onkur fær -mundi eg sagt- kradda sær økið til grundstykki, segði hon.

 

Hinvegin heldur hon, at Hoydalar skal koma øllum Føroya fólki til gagns.

 

Hon hugsar serliga teimum bólkum, sum ikki hava so sterka rødd, tað kundi verið okkurt til tey eldru, tað kundi verið til ung, ella til børn við serligum avbjóðingum. Hon minnir eisini á, at talan hevur verið um at byggja nýtt barnaheim, tí tað á Varðagøtu er ikki tíðarhóskandi longur.

 

Sjálv hevur hon ikki lagt seg á nakað ávíst, men hon fegnast um, at nógv hugskot eru um, hvat økið skal brúkast til og er púra opin fyri hugskotum. Og hon ásannar, at har eru nógvir møguleikar, bæði til mentan, list, rørslu, ella annað.

 

Annars hava nógv hugskot verið frammi um, hvat Hoydalar skulu brúkast til, tá ið studentaskúlin er fluttur.

 

Sjálvur hevur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, skotið upp, at bygningarnir í Hoydølum verða gjørdir um til bústaðir og endurvenjingarstøð til eldru borgarar okkara.

 

 - Og saman við tí stóra samanhangandi frílendinum rundanum, kunnu Hoydalar verður frístaður, og heilsubótarøki, fyri borgarar í øllum aldri til frama fyri føroysku fólkaheilsuna, sigur Heðin Mortensen.

  

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur, at eitt gott hugskot hevði verið at gjørt Hoydalar til ein listaskúla við einum listadepil, listasavni og við hølum til undirvísing í list

 

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at Hoydalar høvdu ligið serstakliga væl fyri til ein ítróttardepil, ella eina rørslulund og í hesum sambandi heldur hann at ein ítróttarstovnur átti at verðið knýttur uppí. Hann hevur hugsað sær, at Hoydalar verða ein ítróttardepil, ein kraftdepil, við ítróttarháskúla, ítróttarstovni og granskingarsetri fyri ítrótt, vælverudepli og hotelli.

 

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, heldur, at Hoydalar er akkurát rætta staðið at gera til eitt trivnaðarøki burturav, sum kann verða ein perla, bæði til yngri og eldri.

 

Onnur hugskot hava eisini verið havd á lofti, líka frá at gera Hoydalar til endurvenjingarstøð til sjúk og gomul, heilsu- og rørslumiðstøð, ellis- og røktarheim, háskúli, Fróðskaparsetur, og til 10. flokk.