Aura Dione, sum eftir ætlan skuldi spæla í Vágsbotni leygardagin 29. juni í sambandi við Voxbotn 2013, hevur gjørt av at avlýsa allar sínar konsertir í summar orsaka av trupuleikum við hálsinum. Læknar hennara hava rátt henni frá at syngja fyribils, og tí hevur hon avlýst sína konsertferð í summar.
- Vit er sera keddir av hesum, men hetta er nakað, sum kann henda og sum vit ikki eru harrar yvir, sigur Rúni Djurhuus, sum er ein av fyrisikparunum.
- Vit arbeiða í løtuni við at fáa eitt annað navn í staðin fyri Auru, men tað er torført at fáa tey heilt stóru útlendsku nøvnini, nú tað bara er 31 dagar eftir til Voxbotn byrjar.
Tó verða gestirnir til Voxbotn ikki við sviðusoð, tí á Voxbotn 2013 luttaka onnur stór nøvn sum Nik & Jay, Carpark North, Legends of Iron Maiden, Eivør, Swangah Dangah og fleiri onnur. Somuleiðis eru spennandi nøvn eftir at avdúka, so sjálvt um Aura hevur givið avboð vegna heilsutrupuleikar, so lova fyrireikararnir, at Voxbotn 2013 verður eitt brak av einum konsertdegi.