Tveir av limunum í bretska poppbólkinum Atomic Kitten skuldu eftir ætlan hava framførslu í Havn um vikuskiftið. Framførslan verður av ongum á hesum sinni.
- Í gjár fingu vit boð frá umboðsmanninum hjá Atomic Kitten, at Liz júst er vorðin sjúk, og tískil ikki kemur við til Føroya saman við Tash. Umboðsmaðurin bjóðaði okkum, at Tash kundi koma einsamøll, men vit meta ikki, at áhoyrararnir fáa eina veruliga Atomic Kitten uppliving, um bara tann eina hevur framførsluna, sigur Rúni Djurhus, sum er ein av fyrireikarunum.
Tískil hava fyrireikararnir tikið ta avgerð, at nýggjur dato skal finnast, har The Atomic Kitten Experience kunnu koma til Føroya at framføra øll tey kendu hittini so sum The Tide Is High, Eternal Flame og It´s OK.
Ætlanin var, at The Atomic Kitten Experience skuldu hava framførslu í Rex leygarkvøldið, men broytingarnar hava við sær, at ein danskur bólkur fer at spæla á dansistaðnum ístaðin. Talan er um bólkin Kopibandet, sum spælir bæði eldri og spildurnýggj løg, sum flest øll fólk kenna.










