– Løgmaður leggur seg ikki út í, hvørjum ein fólkatingsmaður bjóðar til Føroya. Tað staðfestur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú Magni Arge, fólkatingsmaður hevur bjóðað umstrídda katalanska politikaranaum, Carles Puigdemont, til Føroya.
Bill Justinussen hevur reist málið á Løgtingið, nú Magni Arge, fólkatingsmaður, hevur bjóðað Puigdemont til Føroya, og í hesum sambandi vil hann hava at vita frá Løgmanni, hvørja støðu hann hevur til vitjanina, og um hann fer at skipa fyri almennari móttøku, ella nøkrum sovorðnum, fyri katalanska politikaranum.
Men tað fer Løgmaður ikki, tí hann sigur, at talan er ikki um eina almenna vitjan og tískil fer hann heldur ikki at skipa fyri almennari móttøku fyri Puigdemont.
Hann vísir á, at sostatt er talan um eina privata vitjan, tí tað eru nevniliga bara Løgmaður, ella landsstýrisfólk, ið bjóða gestum til Føroya á almennari vitjan. Um talan er um eina almenna vitjan, veldst um, hvør verturin í Føroyum er og tað er bara landsstýrið sum kunnu bjóða fólk higar á almennari vitjan
Bill Justinussen góðtekur ikki skilnaðin hjá løgmanni ímillum privata og almenna vitjan. Hann vísir á, at Magni Arge er fólkavaldur í Føroyum, og Puigdemont er fólkavaldur í Katalonia og tí er talan ikki um privat fólk, sigur Bill Justinussen.
Hinvegin væntar Aksel V. Johannensen heldur ikki, at tað fer at fáa nakra ávirkan á viðurskiftini ímillum Føroyar og ES.










