Ongin almenn hjálp til útróðrarmenn

Útróðrarmenn skulu ikki vænta sær almennan stuðul fyri at yvirliva

Tað er greitt, eftir at løgtingið í dag viðgjørdi eitt uppskot frá Páll á Reynatúgvu um at skipa okkurt slag av almennari inntøkutrygd til útróðrarmenn, serliga á hávetri í november, desember, januar og februar.

Men tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ikki við upp á.

Hann vísir á, at fyri nøkrum árum síðani varð inntøkutrygdin løgd undir partarnir í vinnuni, saman við eini játtan upp á 50 milliónir úr landskassanum.

Nú er hetta ein skipan, sum vinnan sjálv umsitur.

Har situr eitt stýrið við umboðum fyri partarnar í vinnuni, sum stýrir grunninum og tey gera av, hvussu viðurskiftini verða skipað.

Har eru útróðrarmenn eisini umboðaðir

Og Jacob Vestergaard heldur, at inntøkutrygdin til útróðrarmenn skal koma haðani.

Hann ivast ikki í, at trygdargunnurin hevur ráð til tað, tí hann hevur einar 60-70 milliónir tøkar.

- Tann skipanin má sleppa at royna seg og skulu vit nú eisini hava eina almenna skipan, er tað bara at fløkja málið.

Trygdargrunnurin, sum vinnan umsitur, má eisini taka sær av útróðrarmonnunum, sigur Jacob Vestergaard.