Ongin ákæra reist móti Sea Shepherd limum

Ákæruvaldið hevur valt ikki at reisa ákæru móti Susan Larsen og Tom Strerath.

Føroyska ákæruvaldið hevur avgjørt ikki at reisa ákæru móti teimum báðu Sea Shepherd limunum, ið vórðu handtikin í Kalsoyarfirði 20. juli. Tað váttar verjin hjá teimum báðum, Jógvan Páll Lassen, fyri In.fo.


Tey bæði, Tom Strerath úr Týsklandi og Susan Larsen úr USA, vórðu handtikin tá løgreglan legði hald á bátin hjá teimum, Farley, í Kalsoyarfirði, aftaná ein grind varð sloppin í økinum.


Tá tey vórðu avhoyrd av løgregluni, noktaðu tey bæði fyri, at tey høvdu gjørt nakað ólógligt.