Ongin ætlan beint nú um at einskilja Landsverk

Men spurningurin skal nú viðgerast politiskt

 

Í løtuni er ongin ætlan um at einskilja, ella at útveita virksemi hjá Landsverki til privat at røkja.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen landsstýrismaður. Páll á Reynatúgvu, tingmaður, hevur spurt hann, um samgongan arbeiðir við ætlanum um at einskilja virksemi hjá Landsverki, ella um at bjóða virksemi út til privat at røkja.

 

Ein rbeiðsbólkur hevur greinað virksemi hjá Landsverk, og í frágreiðingini verður mælt til, at tað verður umhugsað at útveita alt virksemi hjá Landsverki í Sandoy, bæði veghald, kavarudding, og alt annað, í eina royndartíð upp á eitt ár.

 

Jørgen Niclasen sigur, at støða er ikki tikin til tilmælini hjá arbeiðsbólkinum, men at tey nú verða tikin upp til politiska viðgerð.

 

Í løtuni er sostatt støða heldur ikki tikin til um at útveita, ella at einskilja  virksemi hjá Landsverki í Sandoynni, sigur hann.

 

Men Jørgen Niclasen leggur dent á, at hansara grundsjónarmið er, at uppgávur og verkætlanir hjá tí almenna, eiga at verða bodnar út í frælsari kapping, har ið tað lønar seg.

 

- Kapping javnsetur og mennir vinnuna, og skal tryggja, at kostnaðurin er so lágur sum gjørligt, sigur hann

 

- Vit skulu fáa tað sama fyri minni, leggur hann afturat.